Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið TG seafood í Hvalba hevur vent gongdini eftir trý ár við reyðum tølum á botnlinjuni. Tilsamans restaðu yvir 7 mió kr í hesi árini, men í fjør sá betri út, tá lógu 2,8 mió kr eftir til eigararnar tá gjørt varð upp. Tað eru einar 4,7 mió kr meira enn í 2018, tá úrslitið var hall uppá 1,9 mió kr.

Orsøkin skal finnast í einum størri bruttovinningi. Hann vaks úr stívliga 23 mió kr í 2018 til nærum 29 mió kr í fjør. Hinir postarnir vóru at kalla teir somu.

Í leiðslufrágreiðingini stendur, at upsafiskiskapurin seinastu 2 árini hevur verið minkandi og somuleiðis nøgdirnar av svartkalva. Hetta er ein avbjóðing fyri virkið. Samstundis eru nøgdirnar av toski og hýsu vaksandi. Avbjóðingin her er, um virkið klárar at finna nøktandi framleiðslur til hesi fiskasløg.

Fíggjarstøðan javnvigaði við ársenda í fjør við góðum 31 mió kr og eginognin var smáar 8 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo