Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Frá 1768 hevði Stórabretland eitt aðalráð, ið var nevnt "the Colonial Office", ið hevði fleiri av hjáveldunum hjá Stórabretland undir umsiting. Hetta aðalráð var, tá ið man ásannaði hvussu moralskt skeivt tað var at hava hjálond undir sær, og viðgekk at fólk høvdu rætt til sjálvræði, samstundis sum hjálondini fingu fullveldi miðskeiðis í 20. øld, endaliga avtikið í 1966.

Nú ætla teir konservativu - systurflokkurin hjá Fólkaflokkinum - at skipa eitt tílíkt ráð fyri Føroyar og Grønland.

Tað skelkar meg ikki at Konservativu koma við einum slíkum uppskoti. Fleiri teirra hava flirtað við nýkolonialismu í fleiri áratíggju, og vildu flestu teirra uttan iva heldur liva í einum Danmark, sum enn hevði Vestindisku Oyggjarnar undir sær.

Men tað sum veruliga skelkaði meg, var at hoyra løgmann til døgurðatíðindini bjóða uppskotinum vælkomið. Danmark skal altso hava eitt ministerium, sum burtur av tekur sær av at umsita Føroyar og Grønland. Eitt nýtt "Colonial Office" fyri danska ríkið.

Sambandsfólk siga ofta, at vit mugu koma víðari frá at tosa um hjálandaveldi og kolonialt vald, tí tað hoyrir farnari tíð til. Tað havi eg fyrr verið rættiliga samdur í. Men nú er tað vorðið viðkomandi aftur, tí nú ætlar man at endurtaka mistøkini úr fortíðini.

Vanligt er, at løgmaður og landsstýrið samskifta við stjórnina og aðalráðini í Danmark. Nú verður landsstýrið eftir øllum at døma lagt undir eitt danskt aðalráð, júst sum í amtstíðini.

Orsaka meg, men hvar eru vit á veg? Hví hava vit ein løgmann, sum er so undirbrotligur, at hann vil hava Danmark at stovna eitt aðalráð, sum skal fyrisita Føroyar og Grønland? Eru vit veruliga ikki komin longur enn so?

Eg havi roynt at rópt varskó í fleiri ár, men man fær bara at vita, at man sær trøll á alljósum degi. Men fyri meg er tað púra greitt, at vit verða spakuliga men støðugt sovsaði inn aftur í tað danska kongaríkið sum ein provins í norðuratlantshavi.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo