Enski miðilin The Telegraph skrivar at liðskiparin hjá Manchester United, Wayne Rooney, møguliga verður seldur til kinesiskan fótbólt longu í februar.
Fleiri kinesisk feløg halda at tað er gjørligt at lokka Rooney til Kina áðrenn kinesiska flytingarvindeygað letur aftur seinast í mánaðinum, skrivar miðilin.
Rooney hevur skorað tvey mál í Premier League fyri United hesa sesongina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo