At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Danski heimildarfilmurin ”Møllehave - Hellere forrykt end forgæves” er ein lýsing av Johannes Møllehave, sum andaðist 10. mai, 84 ára gamal.

Mikukvøldið 9. juni fer Filmsfelagið at visa filmin.

Væl lýddi presturin og fyrilestrahaldarin, sum eisini vitjaði í Føroyum, var metsøluhøvundur, sum í filminum sigur frá úr egnum lívi og um donsk mentafólk, ið stóðu honum serliga nær.

Hann er eins kveiktur av H.C. Andersen og Søren Kierkegaard, og søgurnar flúgva um oyruni, djúpar, hvassar og stuttligar.

Filmurin ”Møllehave - Hellere forrykt end forgæves” fylgir og lýsir kenda danan, sum farin um tey áttati, ikki bara kundi kalla seg rithøvunda, men eisini fyriletsrarhaldara og prest.

Peter Klitgaard, ið hevur gjørt nýggjasta heimildarfilmin um Møllehave, hevur fyrr gjørt filmarnar ”I Danmark er jeg født” og ”Det skinbarlige øje”.

Fyri tíggju árum síðan var Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur, ferðaleiðari hjá Johannes Møllehave, og hevði samrøðu við hann í Norðurlandahúsinum, tá hann vitjaði í Føroyum. Tí fer Theodor at innleiða sýningina við filminum, sum verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 9. juni kl 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo