Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vinnuhúsið: Korona ávirkar nógv virksemið hjá Sp/f Thorfinn Nielsen í Sandavági. Virkið veitir el-innleggingar til vinnuligar, almennar og privatar kundar. Eisini hevur felagið ein el-handil.

 

Í fyritøkuni vóru tey 18 starvsfólk, áðrenn korona kom hendanvegin. Nú eru tey bara 12 í tali.

 

Fólk og fyritøkur ávirkaðar

 

- Vit merkja væl broytingarnar. Stóru fyritøkurnar steðga øllum íløgum, og hetta rakar eisini vanligt viðlíkahald, sigur Thorfinn Nielsen, sum er stjóri í el-innleggingarvirkinum.

 

Umleið 80 prosent av virkseminum hjá Sp/f Thorfinn Nielsen er hjá privatu fyritøkum, meðan restin er hjá kommunum og privatkundum. Eitt nú at leggja streym inn í nýggj hús, ella tá hús verða umvæld og útbygd. Tað mesta av virkseminum hjá fyritøkuni er í Vágum.

 

Eisini privatkundarnir aftra seg í hesum døgum.

 

- Fólk halda aftur, sigur Thorfinn Nielsen.

 

Fyritøkan hevur brúkt coronaskipanina hjá ALS til seks starvsfólk. Nøkur teirra hava síðani fingið arbeiði aðrastaðni.

 

Tekur tíð at byggja upp

 

Hetta er ikki fyrsta kreppan, sum Thorfinn Nielsen upplivir.

 

Hann stovnaði fyritøkuna í 1989, og tað merkir, at el-innleggingaravirkið millum annað hevur knógvað gjøgnum stóru kreppuna í 90´unum.

 

- Vit hava verið so leingi í hesi vinnuni og hava lært, at mann skal tilpassa seg støðuna. Mann byggir upp yvir nógv ár, og knappliga vendir. Og tað tekur langa tíð at byggja upp aftur. Tað lærdu vit í 90´unum, sigur Thorfinn Nielsen.

 

Ongar kaffisteðgir saman

 

Virkið hjá Thorfinn Nielsen gjørdi beinanvegin broytingar í arbeiðsdegnum fyri at minka um smittuvandan.

 

Starvsfólkini hittast ikki longur til fundir, kaffisteðgir og døgurðasteðg í bygninginum í Sandavági, har fyritøkan heldur til. Ístaðin halda fólk steðgirnar á arbeiðsstaðnum, og arbeitt verður í smáum bólkum.

 

Við at fara inn á eina elektroniska ordraskipan síggja starvsfólkini, hvørji arbeiði skulu gerast og hvar. Á tann hátt forða tey fyri, at ov nógv hittast óneyðugt.

 

Viðvíkjandi coronasjúku eru tey sloppin væl undan á virkinum. Ongin hevur fingið sjúkuna, men onkur hevur verið í sóttarhaldi. Tó ikki nakað, sum hevur darvað virkseminum.

 

Tekur tíð

 

Spurdur um útlitini fyri tað næsta árið, sigur Thorfinn Nielsen, at hann væntar, at hetta verður ikki yvirstaðið beinanvegin.

 

- Eg vænti, at tað fer at taka eina løtu. Eg vænti ikki nógv í ár. Um tað verður undirskot, veit eg ikki. Tað er trupult at siga. Vit mugu bara laga okkum til støðuna, sigur Thorfinn Nielsen.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo