Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru tvær týðandi orsøkir til, at vit um okkara leiðir framvegis velja uppá gamla mátan, við blýanti og pappíri, og ikki umvegis telduna.

Tað sigur Carsten Schürmann, sum er professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann er professari í KT og granskar í valtrygd.

- Í vallógini stendur, at valið skal vera loyniligt. Tað vil siga, at tað skal ikki vera 98 ella 99 prosent loyniligt, tað skal vera 100 prosent loyniligt. Og tað ber heilt einfalt ikki til at tryggja við teldum. Tí tað er altíð ein telda, sum veit hvør tú ert og hvussu tú valdi, sigur Carsten Schürmann.

Hin trupulleikin er álitið á skipanina.

- Vit hava fleiri dømi um, at taparin gevur skipanini skyldina fyri sítt tap, og tað oyðileggur álitið á skipanina. Tað má ikki henda. Vit hava jú dømi úr USA, har kunningartøkni og teldur verður brúkt meira enn í Danmark, og har Donald Trump hevur tosað um valsvik síðani hann tapti valið.

Royndir hava áður verið gjørdar at digitaliserað valið í Danmark, men tær eru sleptar aftur. Eisini í Niðurlondum og Týsklandi hava royndir verið gjørdar, men eru eisini sleptar aftur.

Í Estlandi hava val verið talgild síðani 2005.

kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo