Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgmaður hevur júst boðað frá, at oljufeløg skulu vera so hjartaliga vælkomin at leita eftir olju og gassi í Føroyum.

Vit skulu hjálpa umheiminum í orkukreppuni, sigur løgmaður.

Hesar fyritøkur oyðileggja veðurlagið við vinningi sum endamál, og hesum stuðlar løgmaður. Løgmaður fyriheldur seg harvið als ikki til veðurlagskreppuna. Líkasælan er ræðandi.

Veit løgmaður av, at sól- og vindorka longu eru bíligari enn at framleiða el við gassi, olju ella koli?

Tað er m.a. tí, at Vjetnam økti um sína sólorkuframleiðslu við 25.000 % í fjør, sum svarar til seks kolorkuverk.

Tað er við varandi orku, at vit á bestan hátt tryggja orku til heimsins borgarar.

Olja ella gass úr føroysku undirgrundini oyðileggur ikki bert veðurlagið, men hevði ikki verið tøk fyrr enn um nógv ár, og er tí ikki nøkur loysn til orkukreppuna, hvørki so ella so.

Veit løgmaður av, at Evropa er rakt av ógvusligasta turkinum í 500 ár?

At í ár hava áleið 2000 fólk latið lív í høga hitanum og herjandi eldum í Spania og Portugal?

Og at ein triðingur av Pakistan er undir vatni orsakað av veðurlagskreppuni?

Kolvetnisvinnan er oyðileggjandi og er orsøk til, at fólk mugu flýggja og lata lív av alsamt ógvusligari veðurlagsekstremum.

Vit vilja hava eina grøna, rættvísa framtíð.

Og politiska skipanin hevur ferð aftan á ferð víst, at hon ikki tekur veðurlagskreppuna í álvara.

Tí vilja vit hava eina nýggja samgongu, ið veruliga fer at taka veðurlagskreppuna í álvara og vera við til at fremja tað grøna orkuskiftið til gleði fyri øll - uttan oljuvinnuna.

Ingmar Valdemarson á Løgmansbø
Marjun Syderbø Kjelnæs
Brandar Heðinsson
Jón Kragesteen
Gunnhild Dahl Niclasen
Sanna Andrassdóttir Dahl
Pól Jóhannus Toftegaard Larsen
Tráin Petursson Nónklett
Jákup Joensen Eskildsen
Øll partur av Veðurlagslóg Nú!

Keldur:
Solar power in Vietnam attained a 25-fold increase last year | World Economic Forum (weforum.org)
Renewable Power Generation Costs in 2021 (irena.org)
Den værste tørke i 500 år rammer nu EU’s høst | Information
500 er døde i Spanien: »Det er en klimatisk nødsituation« - politiken.dk
The human cost of Pakistan’s devastating floods | News | The Guardian

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo