Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tey sum arbeiða á fiskavirkjum og laksavirkjum eru í einum láglønarbólki.

Tímalønin hjá teimum er 140 kr. um tíman, og við eini arbeiðsviku á 40 tímar um vikuna, so forvinna  hesi fólkini umleið 5.600 krónur um vikuna, svarandi til 22.400 krónur um mánaðin.

Tað kemur javnan fyri, at hesi fólkini ikki hava arbeiði í upp til fleiri vikur í senn, vegna fiskaloysið, ella av aðrari orsøk. Tá so er, fáa tey stuðul úr fiskavirkisskipanini hjá ALS. Hesin stuðul er tó bert 80% av lønini og einans fyri 32 tímar  um vikuna.

Hetta merkir, at hesi fólkini einans eru tryggjaði løn fyri tað sum svarar til 25,5 tímar um vikuna tá onki arbeiði er.

Hvussu kann man forsvara at geva fólkinum løn fyri 25,5 tímar, tá arbeidsvikan er 40 tímar

Hetta er langt úti og óvirðiligt, og hesin skeivleikin má rættast beinanvegin, tí ongin kann liva undir slíkum umstøðum, og so slett ikki í hesum tíðum við ógvisligum prísvøkstri og hækkandi rentum. Hetta eru also familjur við børnum og bústaði vit hava við at gerða!

Samstundis innflyta vit arbeiðsfólk úr 3. londum og tryggja hesum útlendingum 40 tímar um vikuna.

Hetta er ein tann størsti ójavnin og mismunur vit yvirhøvur gera av fólki í Føroyum í dag, og tað skal broytast beinanvegin.

Seinasta útgjaldi úr fiskavirkisskipanini var til 500 fólk, so hetta er ikki ein lítil bólkur vit tosa um, men nakað sum rakar rættiliga nógv fólk.

Tá ALS bleiv sett á stovn, var arbeidsloysið sera høgt, og ongin peningur í grunninum, men tað er tað i dag. Fiskavirkisskipanin var tá ein neyðloysn, fyri at fólk kundu yvirlivað. Nú ger hon nærmast tað øvugta.

Tað ber ikki til at gera skipanir og ongantíð endurskoða tær aftur. Allar skipanir mugu endurskoðast við jøvnum millumrúmi, tí samfelagið er í støðugari broyting.

So broyti nú hasa skipanina ALS.

Erhard Joensen
Valevni hjá Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo