Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Um tú kundi fingið uppfylt eitt ynski til eina lógarbroyting í Føroyum. Hvat vildi tað so verið?

Eg vildi uttan iva ynskt, at rætturin til lívið varð staðfestur við lóg, soleiðis at vit verja tey óføddu børnini.

Vit vita so nógv meira um fosturmenning í dag, í mun til tá fosturtøkulógin varð skrivað. Vit vita, at barnið hevur eitt bankandi hjarta aftaná 3 vikur, fingrar og tær aftaná 6 vikur og øll innara organir aftaná 7 vikur.

Tað liggur klárt fyri okkum, at tað ófødda barnið í móðurlívinum er eitt virðismikið menniskja, við sítt egna DNA, sínum egna kroppi og síni egnu framtíð.

Tí er tað er óskiljandi fyri meg, at samfelagið loyvir, at 30 børn árliga missa lívið, áðrenn tey verða fødd. Tað eiga vit ikki at góðtaka. Tað verður tá uppaftur meira ræðandi at hoyra, at tað finnast so nógv valevnir, ið ynskja at virka fyri fríari fosturtøku.

Eg haldi hinvegin, at tíðin er komin til, at vit sum ynskja at verja ófødda barnið gera vart við okkara sjónarmið og trýsta Løgtingið til at staðfesta hetta. Tað er ongin ivi um, at fosturtøkulógin í Føroyum eigur at nýskipast, men tað skal verða við ófødda barninum og rættinum til lív í huga.

Hetta verður mítt fremsta ynski í Løgtinginum!

Aksel Kambsskarð Berg
Valevni
Miðflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo