At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit, sum hava vitjað stuttleikagarðar í fremmandum londum, hava mangan stuttleika okkum yvir hesar smáu hvítu mýsnar, sum inni í eini lokaðari kringekju – karrusel - úr glasi - liva eitt sorgleyst lív, við at fáa kvørnina at mala eitt vet, tá tær halda seg taka næsta fetið við frammbeinunum, fyri kortini at enda í sama stað hvørja ferð – niðast í skipanini. Trupulleiki teirra er, at tær liva av náðini frá øðrum. Onnur fóðra og stjórna teimum, og nóg mettar eru tær eru bert til undirhalds hjá okkum vitjandi. Soleiðis skapa skipanir livandi verur. Sovjet skipanin skapti homo sovjeticus, danska heimastýrið í Føroyum hevur skapt eitt slag av homo danicus - og atferðin hjá hesum líkist henni hjá mýsnum. Viljin til frælsi gerst proportionalur við mettuna, sum ráðandi høpið sprænir inn í svanga magasekkin, til tess at fáa frið fyri órógvandi elementum, og sum vit øll vita: Kátt lær høvur av fullum maga.

Uttanríkispolitiska frágreiðingin hjá landsstýrinum er ein endurspegling av hesi armóðsstøðu, sum er, at føroyingar framvegis mala viljaleysir runt í eini lokaðari danskari kringekju. Vit rópa okkum uppá, ikki minst ein dag sum í gjár, flaggdagin, næstan euforiskt, at vit eru partar av tí demokratiska vesturlendska heiminum. Tað ynskja vit at vera, men hvussu demokratisk er skipan okkara, táið fremmant vald burturav stjórnar dómsvaldinum, pørtum av lóggevandi- og útinnandi valdinum umvegis danskar lógir, valutapolitikkinum, hernaðarpolitikkinum og ikki minst uttanríkispolitikkinum, har danir forða fyri sjálvt tí evarska lítla fetinum, at vit gerast limir í Norðurlandaráðnum ? Tá er føroyskur «uttanríkispolitikkur» ikki annað enn pseudopolitikkur, í so máta líkjast vit mest veingjaskerdu snjóugluni í stuttsøguni - essaynum - hjá Nobelvinnaranum Heinrich Böll, "Weggeflogen sind sie nicht", hóast veingjaskerd og sloppin úr búrinum rakk snjóuglan ikki upp um høga stikið. Hon slapp ikki á flog.

Tí hevur hendan frágreiðingin hjá landsstýrismanninum onga kós yvirhøvur. Og sum Cicero gamli segði á sinni: Hevur tú onga kós, fær tú ikki undanvind á nakrari ætt. Frágreiðingin er fyri tað mesta ein undanførsla, eitt neyðarróp út í oyðimørkina, um, at vit onki fáa gjørt soleiðis, sum stjórnarrættarligu viðurskifti okkara nú eru vorðin. Ístaðin fyri at leggja fram eina proklamatión, eitt herróp, um, hvørja leið vit ætla at fara á altjóða pallinum, í politiskari sigling millum aðrar sjálvstøðugar tjóðir, sigur landsstýrismaðurin, at: “Frágreiðingin leggur seg eftir í størri mun at reisa spurningar og lýsa avleiðingar við støði í føroyskum uttanríkispolitiskum áhugamálum enn at gera eina heildarlýsing av uttanríkispolitiska virksemi Føroyar.”

Hetta er ein staðfesting av, at allur uttanríkispolitikkur hjá føroyingum verður stýrdur úr Keypmannahavn. Har liggur ræðið. Har liggur veruliga skeytið til matrikkulin Føroyar. Nøkur kustaskáp á donskum á ambassadum kring um heimin, har onkur føroyingur av náði sleppur at spæla sendimaður ella kvinna, broytir ikki hesa støðu.

Margháttligt, at politiska skipanin í einum so múgvandi landi, og einum landi sum eftir øllum at døma aftur er komið í eina ógviliga strategiska serstøðu í mun arktis, ikki tekur sær um reiggj, og tveitir stjórnarpolitisku forðingarnar av sínum akslum. Sigi sum yrkjarin Jóanes Nielsen:

Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,
og tað sum pínir,
er at føroyingar sjálvir tola ikki gronina á sínum
frælsu landsmonnum.
Vit stórtrívast sum ein landafrøðilig bagatell.
Okkum dámar at halda veitslu í nassaraklæðum.
Vit hava ikki brúsandi blóð í æðrunum.
Vit eru ikki tann serstaka tjóð, sum Poul F. yrkti um.
Eitt gosfjall býr í hvørjum føroyingi.
Tað dukar í dreyminum,
men tað brýtur ikki út í sang ella út í máttmikla klagu.
Tað slær bakk.

Um tað ikki slær bakk, so gongur politiska skipanin í Føroyum í tómgongd. Júst nú hevur samgongan enn einaferð staðfest, at hon ynskir at halda fram við vera danskt bróstabarn umvegis eina nýásetta danska ríkisveiting, hetta, hóast tað er staðfest við sjeytummaseymi, at verðsliga skapanin í Føroyum er størri enn í Danmark – fyri hvønn íbúgva.

Samgongan agerar politiskt vegna allar føroyingar sum sigoynaradrongurin í Hvítbókini hjá Einari Már Guðmundsson. Einaferð íslendski rithøvundurin var á ferð við lunnavagni í Svítjóð, á Sörmlandsleiðini, kom hann at sita í eini coupé saman við einari sigoynaramammu og tíggju – 10 – ára gamla soni hennara. Drongurin við krunkasvarta hárinum og stóru brúnu eygunum var farin at ressast, tað læt áhaldandi í honum, hann júkaði og júkaði um eitthvørt, á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar mamman blusuna upp, stingur aðra hondina inn um, og syftir annað bróstið fram. 10 ára gamli sonur hennara sýgur alt sum hann orkar, og táið hann hevur fingið seg ótystan, skúgvar hann bróstið frá sær og leggur seg afturá í setrinum og ropar. Eftir tað fær hann sær eina sigarett, festir sær í og roykir sum var onki sjálvsagdari enn tað.

Vit mega taka betri partar fyri okkum. Sleppa okkum av við eitrið – ríkisveitingin – ið bert hevur sum endamál at doyva okkum til politiskt leti fyri 6-7 hundrað milliónir krónur um árið. Politisku institutiónirnar og skeytið til matrikkulin Føroyar mega flytast heimaftur á klettarnar. Bara soleiðis ber tað til at virka sum ein virdur partur í altjóða samfelagnum. Bert soleiðis fáa vit ræði á okkara egnu viðurskiftum við lond úti í heimi - á øllum økjum sum eru neyðug - fyri at halda stand og væl tað í ókomnum døgum. Hoyrdi nú ein dagin, at ein gitin íverkseti, í fyrilestri fyri vakstrarforumi løgmans, hevði gjørt ta greiðu staðfesting, at her var ongin vón um vøkstur uttan so, at føroyingar taka politisku sakina í egnar hendur. Skipa ein sjálvstøðugan stat. Eina republikk. Helst hevur vakstrarforumið fingið eitt ordans vambakast av hesi bandbulluni, men politikkurin broytist eftir øllum at døma ikki, fyrrenn onnur megi sleppur at sita við radiatorarnar úti á Tinganesi.

Er nøkur vón?

Grikkin Antonis Samarakis sigur, í einari av stuttsøgum sínum, frá um ein mann, sum legði sær leiðina inn á eina café. Hann settist, legði á at lesa í eini avís, og las um alt tað, sum fór fram í heimi um tað mundið. Um bardagar, sum løgdu daprar skuggar á menniskju í krígsherjaðum londum, um geislavirkni, herverk, ja, í stuttum sagt, um alt tað, sum hann kendi so sera væl: Tómleika. Hann hevði onga vón. Hansara lív var úr enda í annan ein røð av ósigrum. Hann helt fram við at lesa, hefti seg við nærum alt, sum eygu hansara duttu niður á: Fátækradømi, hungur, ótti, flóttafólk. Nei, hugsaði hann, tað er als ongin vón fyri hesum heimi longur. Umsíðir kom hann fram til tær smáu lýsingarnar, har onkur sóknaðist eftir einum akfari og onkur annar eftir einum persiskum teppi. Tá tók hann lummabókina úr fikkuni, sigur Samarakis, reiv eitt blað úr henni og griflaði eina lýsing niður, sum hann ætlaði at fara inn á blaðhúsið við, havandi í kvittanum, at heita á redaktørin um at seta hana í blaðið. Lýsingin var soleiðis orðað: “Søkt verður eftir eini vón.” Niðanfyri setti hann navn og bústað.
 
Tíðin hjá føroysku tjóðini sum danskt bróstabarn eigur at vera farin.

Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,
og tað eru hatskar løtur, tá ein ynskir óeydnu niður yvir tað
fólkaslagið, sum eyðmýkti og rændi okkum í 1992.
Men tað einasta, sum veruliga kastar nakað av sær
og sum eg innast inni havi álit á,
er hitt dagliga vakra stríðið fyrir tilveruni.
Haðani stavar dreymurin um tjóðveldið Føroyar,
og haðani stava míni orð.

Tá Frakland var hersett av týskinum undir seinra heimsbardaga búði Charles de Gaulle fyri tað nógva í London. Teir báðir Churchill vóru ikki serliga væl í øgn. Einaferð mundu teir í sinnismuni farið til hendurs. Báðir tosaðu franskt. Støðan endaði við at Churchill spurdi de Gaulle, hvat og hvønn ið hann helt seg vera. ”Nú veit eg ikki hvørjum svari tú hevði roknað við, men lat meg gera tær tað púra greitt: “Je suis la France.» «Eg eri Frakland.»

Hendan frágreiðingin, um uttanríkismál, er ein magnfull staðfesting um, at stundin er komin hartil, at landsstýrimaðurin við fylgi, vegna føroyingar, ger eina ferð niður til Keypmannahavnar og sigur hjálandakallunum í donsku høvuðsborgini: «Eg eri Føroyar (!)»

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo