Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin hevur valt at innstilla Árna Skaale sum landsstýrismann í fiskvinnnumálum og Sólvit Nolsø sum landsstýrismann í almannamálum.

Teir avloysa ávikavist Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er giftur Halldis á Grønastøð og tey eiga tey trý børn. Árni er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og seinastu árini 22 árini, hevur hann verið stjóri á fyritøkuni Looknorth í Klaksvík.

Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn. Sólvit er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður. Síðan apríl í fjør, hevur hann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo