Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hoyra vit aftur í miðlunum, at Bústaðir skal ”aftur” virka sum Non Profit. Einki avkastkrav og einki krav um samstarv við vinnuna. Talan er um Ingilin Didriksen Strøm Landsstýriskvinnu í Umhvørvismálum, sum hevur lagt uppskot fram um, at Bústaðir skulu sleppa at gera tað sum teir ”vilja” – uttan at nakar blandar seg uppí.

Javnarflokkurin førir fram, at bústaðar politikkur er ikki vinnupolitikkur – at tað er ein fólkrættur at fáa tak yvir høvdið. Um so er, so kan man spyrja um ikki nógv annað er ein fólkarættur?

Fyri mong kann hetta tykjast líkamikið, men fyri at skilja grundleggjandi týdningin av hesum, havi eg skriva nakrar søgur niðanfyri.

Søgan um Høgna sum selur laks
Høgni var ein sera raskur vinnulívsaður. Hann bygdi eina smærri alifyritøku upp í Gøtu. Høgni koyrdi alla sína uppsparing í sítt egna felag. Eisini lánti hann pening privat sum hann lánti til felagið fyri at keypa aliringar, bátar, fóður við. Høgni fór við øllum sum hann átti in í dreymin um at byggja eitt alifelag upp. Laksaprísirnir vóru leingi uml. 35 kr. fyri hvørt kg sum var selt, men av tíð at laksur er góð føði og eftirspurningurin øktist nógv, fór laksaprísurin upp til 80 kr.fyri hvørt kg. Felagið hjá Høgna tjenti tí væl uppá laksin. Fleiri fólk komu í arbeiði og felagið gjørdi nógvar íløgur í Føroyum við nógvum avleiddum virksemi. Men fólk gjørdis ónøgd við at prísurin á laksi var so høgur. Javnaðar politikkarar hildu, at tey mátti gera okkurt við hesa ónøgd. Tey gjørdu av, at øll aliloyvir skuldu uppsigast. Heilsfrøðiliga Starvsstovan við Bárður skuldi framyvir reka eitt almentgagnligt alivirksemi í Føroyum – har laksurin skuldi seljast til kostprís. Úrslitið var, at Høgni fór konkurs og øll fólkini vóru arbeiðsleys, landi fekk nú minni inn í lønarskatti, partafelagsskatti, vinningsbýtisskatti og tøkugjaldið. Høgni gjørdist arbeiðsleysur og fór í vart starv hjá tí almenna. Úrslitið var, at fleiri eta lakst bíligt, men landi misti stórt sæð allan skattin. 

Søgan um Tummas sum byggir hús
Tummas var ein verkfrøðingur sum stovnaði eitt byggifelag. Felagið hjá Tummas hevði keypt sær eina høll at gera húsaelementir. Tummas kundi bjóða kundum sínum eini liðugtgjørd hús fyri 2,3 mio. kr. tá forvann hann 10% um arbeiði gekk væl. Tilfarið er seinastu tíðina vegna serligar umstøður hækka sera nógv. Tí koma húsini í ár at kostar 2,9 um Tummas skal forvinna tað sama. Hetta fær øði í javnaðarfólk, tí tey halda, at tak yvir høvdi er ein menniskja rættur. Tí velja polittikar, at tað almenna skal bjóða øllum føroyingum hús uttan avkastkrav til kostprís. Hetta merkir, at húsini koma at kosta 10% minni. Tað halda politikkarar ljóðar skilagot. Úrslitið er, at tað almenna byggir eina nýggja høll og setur fleiri fólk í starv, har flest øll forvinna uml. ½ mio. kr. í løn. Teirra høga kosnaðarstøði ger tó tað, at húsini kostar tað sama ella meir, tá avtornar. Úrslitið er, at Tummas ferð konkurs og tað bert er tað almenna sum selur nýbygd hús í Føroyum – til sama prís sum Tummas seldi tey.

Søgan um Ivan sum selur pylsur
Einaferð var tað ein vinnulívsmaður, sum æt Ivan, sum seldi pylsur. Ivan seldi ein pakka av pylsum fyri 19,95, men tíverri fyri hann, so var vanliga meiningin í samfelagnum, at pylsurnar hjá honum vóru ov dýrar. Hetta mátti gerast nakað við, hildu politikkararnir, og tí varð avgjørt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú skuldi byggja eina pylsufabrikk, so borgarin kundi fáa bíligari pylsur. Øll vóru ovurfegin um hugskotið, tí nú blivu pylsurnar seldar fyri hálvan prís. Politikkararnir hildu, at tað ikki var rímiligt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skuldi bera kostnaði av pyslufabrikkini, so tað skuldi landið átaka sær. Harumframt skuldi Heilsufrøðiliga Starvsstovan ongan vinngin hava av pylsusøluni. Úrslitið varð, at pylsurnar vórðu seldar fyri 9,95. Stutt eftir hetta, mátti Ivan ásanna, at tað ikki loysti seg at selja pylsur longur, so hann valdi at stongja forrætningina, og ístaðin søkja sær starv hjá Heilsufrøðilig Starvsstovuni.

Søgan um advokatin Boga
Bogi var ein vællærdur advokatur. Hann hevði virkað sum advokatur í nógv ár, og hevur havt ein tímaprís fyri sína ráðgeving upp á 1.000 kr. Bogi hevur ráðgivið um vinnuvirksemi, arvarætt, sivil rættarmál og tílíkt, men eins og hjá Ivan so var vanliga meiningin í samfelagnum, at tímaprísurin hjá Boga var alt ov høgur. Politikkararnir sóu ónøgdina hjá borgarunum, og valdu tí eisini at gera okkurt við prísstøðið hjá advokatum. Loysnin var, at frá nú av, skuldu allir løgfrøðingar, sum arbeiða hjá tí almenna, átaka sær uppgávuna, at ráðgeva vanligum borgarum. Hetta skuldi sjálvsagt ikki gerast við vinningi, men bara dekka lønarútreiðslurnar hjá teimum alment settu løgfrøðingunum. Tí kundu politikkararnir kunngerða fyri øllum, at nýggi tímaprísurin fyri løgfrøðiliga ráðgeving frá landinum, í framtíðini verður 250 kr. Úrslitið varð, at Bogi valdi at steðga, sum vinnurekandi advokatur, og søkti starv hjá tí almenna.

Tí er mín inniliga áheitan á landspolitikkarar, um at hugsa seg um, áðrenn slíkar skaðiliga avgerðir verða tiknar. Seti tykkum inn í tingini áðrenn tit handla.

Skal alt initiativ køvast? Skal tað almenna stýra øllum? So verður endin hjá okkum øllum, at vit øll fáa somu lagnu sum Høgni, Tummas, Ivan og Bogi. Ynskja vit russiskar tilstandir í Føroyum?

Per, sum ætlaði at byrja fyri seg sjálvan

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo