Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Av fundinum sum Landstýrismaðurin hevði í Svínoy í sambandi við at nýtt skip verður projeterað, gjørdi eg hesa frágreiðing. Hon er send avvarðandi pørtum.

Nýtt skip á Svínoyarleiðina!
Eftirskriv eftir at landstýrismaðurin við fylgi hevur verið og vitjað.

Landstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sambært samgonguskjalinum hjá sitandi landstýrissamgongu raðfest, at byggjast skulu nýggj strandfaraskip. Í fyrstu syftu er lagt upp til, at bæði nýtt Kallsoyarskip og nýtt skip á Svínoyar og Fugloyarleiðina verða bygd um somu leið. Tað fyrra tó til Kallsoynna.

Í hesum sambandi hevur landstýrismaðurin, saman við umboðum fyri Landsverk og Strandfaraskip landsins, verið í oynni og kunna Svínoyarnevndina, saman við umboðum fyri Kl. Kommunu og øðrum við áhuga fyri farleiðini.

Frammanundan hevur fundur verið hildin í bygdini sum fyrireiking til at møta landstýrismanninum. Frá tí fundinum varð eitt skriv orðað, sum er handað landstýrismanninum.

Stutt um fundin við landstýrismannin.

Vit halda fast við, at farleiðin til Svínoyar má og eigur at hugsast av nýggjum. Bara at byggja eitt nýtt skip til at gera tað sama, sum verandi skip ger í dag, førir okkum ongan veg fram á leið.

Fast samband, ella eitt samband so nær føstum sambandi, er tað, sum Svínoyggin hevur brúk fyri. Tað, sum vit gjørdu landstýrismanninum greitt var at gloyma alt um eitt nýtt skip í fyrstu syftu, og brúka peningin uppá at bora yvir til Havnar.

Landstýrismaðurin helt fast í, at nýtt skip skuldi byggjast, og at tað fyrsta, ið kundi hugsast at nakað tunnilstoymi kundi koma til Svínoyar at bora, var í fyrsta lagi um 10-12ár. Og ikki fyrr enn bæði tunnil til Tjørnuvíkar og tunnil til Gjáar vóru gjørdir.

Landstýrismaðurin fekk einmælta áheitan frá fundinum um at fáa Svínoynna við í raðfestingina av tunlum. Tí játtaði landstýrismaðurin.

Nýtt skip
Trygdin má uppraðfestast. Tað verður ikki góðkent, at vit við einum nýggjum skipi framhaldandi skulu leypa yvir opnan sjógv fyri at koma av og í land. Víst verður til lýsing gjørda av Løgtingsins Umboðsmanni gjørda um sama.

Skipið má ikki vera minni enn verðandi skip. Helst taka væl fleiri ferðafólk.

Vit halda fast í, at skipið sum nú verður projekterað, verður eitt skip, sum kann taka størri bilar. S.s. lastbilar, betonbilar, slammsúgvara, oljubilar og tangabilar til m.a. smoltflutning.

Tað verður ikki góðtikið at byggja eitt minni skip til frama fyri, at Sam skal verða farmaskip á leiðini. Sam er líka gamal sum Ritan og verður skjótt lagdur fyri aldur.

Ferðaætlan
Við nýggjum skipi má málið verða, at samband er bæði áðrenn arbeiðstíð á morgni og eftir arbeiðstíð á kvøldi, eins og aðrir og millumumliggjandi túrar eisini. Sama ferðaætlan alt árið.

Núverandi ferðaætlan hjá Rituni eigur at verða broytt beinanveg, soleiðis at summarsiglingin byrjar longu 1. mars og endar 31. oktober. Um summarið eigur ein morguntúrur at koma inn vanligar gerandisdagar einans út á Eiðið. Og vetrartíðini eigur eisini at verða siglt tveir túrar sunnudag.

Lendingarnar
So leingi vit ikki hava annað, mugu báðar lendingarnar í Svínoy verða í góðum standi soleiðis, at trygdin er í hásæti. Tær mugu báðar kunna tað sama í mun til at tæna einum nýggjum skipi.

Svínoy, 8. mars. 2024
Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo