Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vit hava báðir í mong ár arbeitt í vinnuni, og ynskja vit øll, at vinnan í Føroyum í allar mátar hevur bestu umstøður fyri at virka.

Vágatunnilin kom fyri at loysa trupulleikarnar hjá vágafólki og vinnuni, tí ferjusambandið var út av lagi vánaligt, og kundi bíðitíðin báðu megin Vestmannasund vera fleiri tímar.

Vágatunnilin var og er ein einastandi loysn á trupulleikunum fyri alt Føroya land.

Vinnan og fólkið í Vágum kendu treytirnar og krøvini fyri at fáa Vágatunnilin.

Sum árini ganga, veksur ferðslan við rúkandi ferð, so tunnilsgjaldið verður lækkað nakrar ferðir sum fyri at siga frá, at nú nærkast tíðin til Vágatunnilin er skuldarfríur.

Hetta hendi í 2014; men enn 3 ár seinni kunnu vit ikki koyra ókeypis eftir landsvegnum undir Vestmannasundi!

Eg veit, at tú veitst, at her er ikki rætt atborið, og at tú sum vinnulívsmaður hevði ikki góðtikið at verið so viðfarin, men hevði við stórum stavum og orðum kravt tín rætt.

Í hesum tíðum er tað Henrik Old, sum við allari megi vil, at tunnilsgaldið fyri alt í verðini ikki má takast burtur, tí tað skal hjálpa landskassanum at gjalda ”ymist” annað.

Til samanberingar verður í heilum Smyril tikin fram sum dømi – sum onki hevur við landsvegir at gera.

Harafturat kostar tað bara 80 kr. aftur og fram til Havnar(5 tíma), meðan tað kostar 200 kr aftur og fram úr Vágum til Norðoyggjar við almennum bussum(3 tímar).

Við bili úr Vágum til Norðoyggjar eftir landsvegi kostar tað uml. 250 kr. – 2 tunnilsgjøld og 200km=20 l bensin. Umframt slit av bili.

Við framhaldandi at krevja tunnilsgjald, verður eyka vegskattur lagdur á bilar og vinnuna í Vágum.

Bussar í ferðavinnuni her mugu koyra tvær ferðir  til Havnar – bæði eftir fólki og suðuraftur við teimum. Tvey stór tunnilsgjøld.

Eisini er tað sera kostaðarmikið at fáa stórar lastbilar vestur við vøru, og so skal tunnilsgjald omaná.

Ein vøru/lastbilur kann koyra 6-8 tímar dagliga við vørum í Eystur- og Streymoy uttan eyka vegskatt, meðan vøruvognar í Vágum mangan gjalda fleiri tunnilsgjøld um dagin.

Ikki dugi eg at hugsa mær, at alt hetta er rætt í tínari verð, sum vinnulívsmaður og fólksins umboð í vinnumálum, Poul Michelsen.

Magni Thomassen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo