Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í morgun klokkan níggju stevndi sluppin Westward Ho av Havnini og út eftir fjørðinum. Umborð eru 25 tilflytarar, sum læra føroyskt sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla.

Endamálið við túrinum er at læra um føroyska mentan og samfelag, um siðsøgu og nútíðina, sum er týðandi partur av undirvísingini. Men eisini at skapa hugna og trivna og vera saman í góðum anda og felagsskapi.

Talan er um tríggjar flokkar, føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3. Flokkarnir byrjaðu á Kvøldskúlanum tann 5. september. Átta av næmingunum eru komnir til Føroya úr Ukraina.

Við umborð eru eisini tríggir undirvísarar frá Kvøldskúlanum og ein lestrarvegleiðari. Skipari er Egil Simonsen.

Westward Ho væntast at vera aftur á Havnini um hálvgum eitt tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo