Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið hjá Betri Banka var 132,3 mió. krónur í 2021. Góða úrslitið er grundað á eina stóra tilgongd av kundum og framhaldandi lækkandi útreiðslustøði.

Útlánini øktust við 420 mió. og realkreditt útlánini øktust við 275 mió. krónur. Samstundis øktust innlánini við 302 mió. krónum.

“Vøksturin í virkseminum er bæði innan útlán til privat og vinnukundar, eins og innan íløguøkið. Vit fegnast um, at vøkstur er um alt landið og á øllum okkara deildum. Hóast tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging hevur bankin staðfest eitt gott úrslit í 2021. Hetta er eydnast við áhaldandi at betra um grundraksturin, lækka útreiðslustøðið og at økja um kundaskaran.”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Betri Banki er SIFI banki, sum merkir, at bankin skal lúka eyka myndugleikakrøv. Gjaldførið er gott og solvensurin er 30,75%. Hetta er avbera gott og millum hægsta hjá peningastovnum í danska ríkinum.

Árið í stuttum:
Ársúrslitið: 132,3 mió. krónur
Úrslitið áðrenn skatt: 157,2 mió. krónur
Fíggjarstøðan javnvigar við 10.474 mió. krónur
Útlán: 6.834 mió. krónur
Innlán: 8.359 mió. krónur
Eginpeningur: 1.946 mió. krónur
Solvensurin við árslok er 30,75%

Ársfrásøgn 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo