Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Skúlarnir í Hósvík og Hvalvík halda nevniliga fram í verandi líki, tó undir leiðslu av skúlastjóranum í Skúlanum við Streymin, við næmingum upp til 6. flokk, til nýggi skúlin stendur liðugur á Oyrabakka í 2018. Haldarsvíkar skúli verður tó niðurlagdur nú, tí síðstu næmingarnir, sum ganga har, ganga í 7. flokki. Allir 7. flokkarnir í kommununi fara at halda til í Felagsskúlanum frá komandi skúlaári at rokna.

- Tilgongdin at samansjóða lærararnar byrjar so spakuliga nú; eg havi  starvsfólkasamrøður við allar lærararnar komandi tvær vikurnar og tosi við teir um linjulærugreinir teirra og ynski og tankar um nýggja skúlan. Fyrsta vikan í mars er sett av til kunning um byggiætlanina og hvussu farið verður fram; allir lærarar fáa høvi til at koma fram við ynskjum. Seinni í mars taka vit nýggja heimasíðu í nýtslu, og síðan verða eini tvey samansjóðingartiltøk fyri summarsteðgin. Av tí at vit hava tvey ár, til nýggi skúlin stendur liðugur, nýtist okkum ikki at skunda ov nógv undir tilgongdina at samansjóða lærararnar, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo