Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Smyril Line hevur sett sær sum mál at minka um orkunýtsluna og at skipa flutningin á ein enn meira burðardyggan hátt.

- Hetta er eitt áhaldandi arbeiði, ið verður framt í fleiri stigum. Fleiri tillagingar eru longu framdar.

- Nevnast kann, at minkað er um orkunýtsluna við at skipini sigla við minni ferð, og at tey liggja styttri við bryggju, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri.

- Næsta týðandi stigið er at umleggja vetrarsiglingina hjá Norrönu. Hetta inniber at Norröna ikki siglir til Íslands á hávetri.

- Fyrsta fráferð til Íslands í 2023 verður tann 18. mars úr Hirtshals og 20. mars úr Havn. Seinasti túrur úr Íslandi við Norrönu í 2023 verður 22. november.

- Smyril Line arbeiðir áhaldandi við at skipa allan skipaflutning á ein burðardyggan hátt. Hetta merkir tó ikki, at væntast skulu fleiri broytingar í siglingarætlanini hjá Norrönu í 2023, sigur stjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo