Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Til løgtingsvalið tann 8. desember 2022 hava tilsamans 39.017 veljarar atkvøðurætt. Til eitt Løgtingsval hava borgarar við donskum ríkisborgararætti atkvøðurætt. Eisini hava 589 persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava uppihald uttanfyri Føroyar, atkvøðurætt. 2.358 veljarar fara á løgtingsval fyri fyrstu ferð. 

Tá ið val verður útskrivað, er tað uppgávan hjá Landsfólkayvirlitinum at fáa valkortini gjørd og send til borgarar við atkvøðurætti. Hetta verður gjørt umvegis skipanina hjá Landsfólkayvirlitinum. Tá upplýsingar um persónar við atkvøðurætti eru staðfestir, verða valkort og vallistar send til prentingar á Elektron. 

##med2##

Tað eru starvsfólk á Umhvørvisstovuni, ið sortera vallistarnar og eftirkanna vallistar og valkort. Eftirfylgjandi verða vallistarnir sendir kommununum. Posta ber valkortini út. 

Valkortini til Løgtingsvalið tann 8. desember 2022, verða eftir ætlan borin út 28. og 29. november 2022. 

Eitt fullfíggjað yvirlit yvir øll valstøð sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo