Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Undir heitinum “Komið og syngi við” skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu.

Umframt góðan felagssang verður tað vælumtókti tónleikarabólkurin VESTMENN, ið koma at framføra gamlar slagarar og annars stuðla uppundir felagssangin.

Fyri stuttum varð áhugaverd “tørvs –og nøgdsemiskanning”, sum Roðin hevði fingið Gallup Føroyar at gera, almannakunngjørd.

Hesa kanning, sum m.a. lýsir støðu pensjonistanna í nevndu kommunum, kemur Laila Hentze, stjóri í Gallup Føroyar at leggja fram.

Eisini kemur Bøgesvang prestur at hugleiða yvir evnið “Pensjonistur – og hvat so?”

Kaffi og okkurt gott afturvið er eisini á skránni.

Tiltakið, ið er ókeypis, verður í Løkshøll SUNNUDAGIN 30. oktober og byrjar kl. 14.30.

Roðin vónar, at nógvir pensjonistar leita sær í Løkshøll til hesa hugnaløtu.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo