Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mong hava helst hoyrt um hana, fiskavirkisskipanina. Á heimsaíðuni hjá ALS kanst tú lesa um skipanina, eg siteri:

Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum. Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna væntandi feska rávøru ella líknandi umstøður…”

Eg arbeiði hjá Føroya størstu og nokk ríkastu fyritøku. Havi arbeitt har nú í 5-6 ár og havi nógv gott at bera fyritøkuni. Sera góð skipan við matinum, vit fáa góðan mat fleiri ferðir um dagin, fyri lítlan pening. Øll arbeiðsklæði fáa vit eisini fyri einki, og tey verða væl vaskað hvønn dag, fleiri ferðir um dagin. Sera fitt fólk og lekkurt, stórt og nýtt virki. 

Fiskavirkisskipanin TRYGGJAR starvsfólki, stendur skrivað…. Eg havi varhugan av, at mong sum halda hetta vera eina góða skipan (og møguliga sjálvi eru fastlønt), yvirhøvur ikki vita, hvussu skipanin er!

Vita tit hvussu nógv mann maximum kann fáa í stuðli?

Max tímasatsurin er 109 kr um tíman, í max 32 tímar um vikuna. 109x32 = 3.488! og tá so skattur, ALS og barsil eru goldin, er ótrúliga lítið eftir, møguliga 1500 – og so kann ein sjálv/ur rokna út, hvussu langt tað røkkur, til at gjalda tað heila. 

Vit sum eru tímalønt, hava bara ikki nóg góðar sømdir, um tú spyrt meg.  Og hvør hevur so skyldina av tí, kann ein spyrja.

Ja, tað er ivaleyst sera lætt at leggja ábyrgdina á landsmynduleikarnar, tí tað eru helst tey sum hava ásett, hvussu nógv ein fær úr hasi fiskavirkisskipanini.

Hon er eftir mínum tykki avoldað og treingir til eina uppdatering.

Tí vit sum eru í føstum starvi, eru so at siga føstløst í skipanini. Tí vit eru ”tryggjað” arbeiðsloysisstuðul, sum skrivað stendur.

Eg haldi, at tá núverandi skipan læsir okkum føst, og vit hóast tað bara fáa millum 70 og 80% av 32 tímum (sum er láturliga lágt!), hevði tað verið uppá sítt pláss, at antin arbeiðsgevarin rindar fyri restina, ella arbeiðsloysisskipanin sjálv tryggjar okkum 100% av 40 tímum ( og ikki 70% av 32 tímum). 

Annars kann mann ikki kallað tað at ”tryggja” nakran, haldi eg. Hetta er eisini tað, sum Samtak sigur.

Sambært grein á kvf.fo frá 28/2-23 sigur Samtak, og eg siteri:

“…í øðrum lagi kunnu arbeiðsgevararnir broyta fiskavirkisskipanina soleiðis, at arbeiðsfólk altíð eru tryggjað 40 tíma viku. Rokningina fyri meirkostnaðin kann arbeiðsgevarin rinda, tí arbeiðsgevarin er tryggjaður støðuga arbeiðsmegi á sínum vinnuvirki.”

Eg sum einligur forsyrgjari havi ongan møguleika at klára at svara hvørjum sítt, fyri hasar smáu upphæddirnar, sum fiskavirkisskipanin ”tryggjar”.

Vit sum arbeiða í fiski- og alivinnuni, arbeiða undir skiftandi umstøðum, tað vita vit, men tá mann er læstur fastur í fiskavirkisskipanini, er heldur ikki lætt at hava annað arbeiði við síðuna av.

Serliga eisini tí, at vit ofta ikki vita, nær vit skula til arbeiðis, vit vita sjálvdan meiri enn nakrar dagar fram. Tað broytist alla tíðina. Og tað kann mann heldur ikki bjóða nøkrum øðrum arbeiðsgevara, at mann sigur mann kann t.d. týsdagin í næstu viku, men tá so mánadagurin er, fær mann kortini boð um at arbeiða týsdagin.

Tískil eri eg føstløst hjá einum arbeiðsgevara, sum ikki klárar at tryggja mær mína inntøku.

Og tað má mann kunna gera okkurt við!

Spurningurin er bara hvat skal gerast og hvør skal gera tað?

18. apríl 2023
Katrin á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo