Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er ikki bara James Bond sum heldur at Føroyar eru vælegnaðar til leiktjøld í filmi. Vit hava fleiri ferðir áður sæð stutt brot úr filmi, har tað onki er at ivast í, at bakgrundin er úr Føroyum, hóast onki er gjørt burturúr hesum.

Annars vóru somu kulissur dúgliga brúktar í svenska filminum Sonur Fuglafangarans, sum kom um hesu tíð í fjør, og har hendingarnar í stóran mun fóru fram í Gásadali og Bø.

Ein lesari hevur sent okkum hesa myndina úr filminum "His Dark Materials", har onki er at ivast í at Tindhólmur, Drangarnir og Mykines eru við, um enn Gáshólmur og Skerhólmur eru fluttir nakað og hava broytt skap. Og so er Vágoyggin eisini blivin loðin av skógarvøkstri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo