Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eitt løgtingsfólk sum hevur sitið átta ár á tingi fær 36% av eini tingmannaløn í pensjón, tá pensjónsaldurin er náddur.

Upphæddin verður javnað so hvørt lønin hækkar.

Møguligur eftirsitandi hjúnarfelagi hevur eisini rætt til pensjón.

Eftirlønin kann blíva upp til 60% av fullari tingmannaløn.

Tá er pensjónin tvífalt av eini vanligari fólkapensjón.

Sambært fíggjarlógini 2022 er lønin til tingfólk sett til 19,5 mió kr árliga, meðan eftirlønin árliga er sett til 9,5 mió kr.

Tað vil siga at virðið av eftirlønini er umleið 50% av tingmannalønini.

Fá arbeiðspláss eru her á landi, har kapitalvirðið av eftirlønini er 50% av vanligu lønini.

Landskassin rindar pensjónirnar, tá tær falla til gjaldingar.

Sambært aktuarútrokningum er roknaða virðið av skyldum landskassans, tá talan er um politikarapensjónir, fleiri hundrað milliónir kr.

Føroyskir miðlar hava ongantíð havt tann stóra áhugan í at grava í hesum politiska sjálvtøkuborðinum.

Løgtingið er hægsta vald her á landi.

Tingfólk samráðast ikki við nakran arbeiðsgevara um lønarsáttmálar.

Lønin verður ásett við lóg og soleiðis má tað eisini vera.

Men eitt er løgfrøði – annað er moralur.

Tann grammleiki sum hevur eyðkent tingfólk tá talan er um egnar samsýningar, kann kallast lógligt tjóvarí.

Les eisini:

Nær fara politikarar at tosa um sína egnu pensjón

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo