Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jógvan á Lakjuni tingformaður hevur kallað floksformenninar á fund í morgin til eina formansrundu har endamálið er at finna útav hvussu farast skal fram og hvør skal hava initiativið eftir løgtingsvalið hósdagin.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði í gjár frá, at hann letur initiativið frá sær. Tað hendi eftir at vinnarin á valinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, hevði boðað frá, at hann helt tað vera rættast, at initiativið var hjá honum. Hann hevur eisini sagt, at hann fer fyrst at royna at skipa samgongu saman við verandi andstøðu, tað er Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum tilsamans hava 18 tingfólk.

Til nýggj samgonga er skipað er Bárður á Steig Nielsen forliga løgmaður.

Tingið skal eisini hava nýggjan formann, tí Jógvan á Lakjuni stillaði ikki uppaftur til valið hósdagin, og fer tí at leggja frá sær tá nýggj samgonga er skipað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo