Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Framsøgurøða til fíggjarlógaruppskotið 2022

Fíggjarlógararbeiði kann tykjast sum eitt spenni millum orðini hjá kinverska heimspekinginum Konfucius, sum sigur “ tá vælferðin kemur, brúka ikki hana alla”, og hinvegin orðini hjá amerikanska skemtaranum og rithøvundanum Will Rogers, sum sigur “ger títt besta, og tak ikki lívið í ov stórum álvara”.

Fíggjarlógin er undir øllum umstøðum ein bráðpanna, ella brúgv millum vaknaðar dreymar, og slóknaðar visjónir. Eitt spenni sum fevnir um tøl, nógv tøl, og allar lagnurnar sum við tølunum fáa sínar gerandisstøður at laða seg, ella ikki.

Sum øll onnur fíggjarlógaruppskot, er tað bygt upp, av útreiðslum og inntøkum, og alt eftir hvønn fíggjarpolittiskan geira, ella hugsjón, ein hellir til, so kann fíggjarlógin hava stimbrandi, ella tálmandi ávirkan á búskapin. Her haldi eg at vit síggja hvørki. Og tað er møguligt at tað er rætta loysnin beint nú.

Nú vóni eg ikki at fornerma flokkarnar í samgonguni, men eg havi trupulleikar við at síggja nakran serliga miðvísan borgarligan, ella konservativan fíggjarpolitikk í fíggjarlógaruppskotinum, útreiðslurnar spola jú uppeftir, annað enn klassiska spennið har størstu fyritøkurnar í landinum, sum hava ríkað seg upp, við landsins loyvum og rættindum, skulu rinda nakað minni í felagskassan, enn ein sokallað stjórn vinstrumegin hevði ynskt.

Her er torført at fáa eygað á nakra serliga miðvísa langtíðarætlan innan grøna orku, sum annars er eitt risastórt vakstrarøki í øðrum framkomnum londum. Her er torført at fáa eygað á nakra serliga vakstrarætlan innan gransking, sum veruliga flytir fjøll í øðrum londum. Tiltøk, sum skulu brynja langtíðarhaldførið í búskapinum.

Eg sakni eisini ein veruliga málrættaðan politikk á listaøkinum, og innan framleiðslu av føroyskum búnaðarvørum. Bara tað at vit innflyta eina rúgvu av hoyggi og eplum, sigur meira enn ríkiligt um hvussu lítið álit vit leggja í hendurnar á teimum sum vilja gera føroysku mattilboðini fjølbroyttari.

Í hesum fíggjarlógaruppskotinum verður samfelagsvirksemið avlisið, gjørt upp, og bókført sum ein ætlan fyri komandi ár, og miðvísu átøkini, sum skulu vísa eina fíggjar og búskaparpolittiska leið eru fráverandi.

Harvið verður fíggjarlógin meira eitt bókhaldsspæl, enn ein búskaparpolitisk ætlan.

Í høvuðsheitinum er hettar ritið ein roynd at balansera nakrar íløguætlanir kring landið, og millum samgongufólkini, sum tryggjar nøkulunda frið og stabilitet á samgonguskútuni. Raksturin av samfelagnum koyrir sína gongd, og at nakrar almannaveitingar verða javnaðar er gott, somuleiðis lestrarstuðulin. Her sakni eg tó eina hækking, tí einki er at ivast í at lestrarstuðulin, als ikki samsvarar býlis og lestrarkostnaðinum, sum er á húsamarknaðinum í hesum tíðum.

Veruliga polittiska spennið millum andstøðu og samgongu, er í virðis og rættindapolitikkinum, har samgongan rekur ein kommunistiskan marknaðarpolitikk, nú uppaftur meira vina og kenningapolitikk, har ikki bara teir stóru vinirnir fáa serlig rættindi útflýggjaði frá landinum, men eisini samgongufólkini sjálvi, standa fremst og taka ímóti landsins loyvum. Opinlýs og ósmæðin kurruptión á alljósum degi. Júst sum í ódemokratisku londunum, vit helst ikki vilja samanberast við.

Tit mugu taka tykkum saman, tí her er rot komið í. Hvat verður tað næsta?

At Kaj Leo Johannesen fær landssjúkrahúsið í gávu? At Jenis av Rana fær kirkjurnar? Og at Jógvan á Lakjuni fær Løgtingshúsið í jólagávu?

Hetta ber ikki til. Tit sáa rot, heldur enn samanhald.

Tíbetur vísir fíggjarlógaruppskotið okkum eisini at føroyingar eru seigir, hava árræði og vilja. Tí uttan lóggávutiltøk, t.v.s. at uttan nakrar ávísar lógarbroytingar á skatta og avgjaldsøkinum, so fylla vit meira í kassan aftur, serliga er tað við øktari nýtslu, og batnandi útflutningstølum, sum serliga stava frá virðisøking og dugnaskapi í alivinnuni.

Fíggjarmálaráðið og landsstýrismaðurin, skulu hava takk fyri ein góða búskaparfrágreiðing, saman við fíggjarlógaruppskotinum

Turru tølini í henni siga okkum:

At bruttotjóðarúrtøkan er vaksin úr 188.000 kr fyri hvønn føroying í ár 2000, til umleið 400.000 kr fyri hvønn føroying í 2020.

At arbeiðsloysið er metlágt 1,2%

At skuldin hjá privatum og vinnurekandi er væl lægri enn í grannalondunum. U.l. 55-60% av BTÚ, har skuldin í grannalondunum, er millum 75 og 110% av BTÚ.

At toskastovnurin framvegis er undir søguliga lágmarkinum, men at uppisjóvarvinnan og alivinnan, hála samlaðu útflutningsvirðini upp.

At búskapurin er í einum hákonjunkturi, við vøkstri á 3-4% í ár og næsta ár.

Tað loypir í eyguni at lønargjaldingar til almennar tænastur vaksa 7,8%, samstundis sum fiski, ali, og byggivinna minka við umleið tí sama.

Konjunkturvísitalið vísir at føroyski brúkarin er ikki stórvegis ávirkaður av koronufarsóttini.

Tilflytingin hevur viðført at haldførið í búskapinum er batnað munandi, og tað er gleðiligt.

Saman við pensjónsnýskipanini hjá undanfarnu samgongu bøtir tað munandi um langtíðarhaldførið. Eg helt tó tá, og haldi framvegis, at betri er við størri fleksibiliteti í fráfaringaraldrinum. Vísandi til at sera ymiskt er hvussu fólk eru fyri, tá tey koma upp í trýssini. Summi eru væl før fyri at arbeiða, meðan onnur eru púra uppslitin. Hesum eigur ein nútímans pensjónsskipan í størri mun at taka hædd fyri.

Vøruútflutningurin er vaksin úr 4 mia.kr. í 2009, til 9,5 mia.kr í 2019.

Avlop hevur verið á gjaldsjavnanum síðani 2013.

Bruttoskuldin hjá landinum kann metast til 20% av BTÚ í 2021. EU hevur 95%. Danmark 40%.

Skuldarmetingin hjá Moody’s er Aa2, sum er triðhægst. Hetta fær meg at hugsa um um útsøgnina hjá George Washington, um at stovna nýggja skuld, er ikki hátturin at gjalda falna við.

Miðal minstagjaldføri er 700-800 mió.kr omanfyri tað kravda. Tað er mær vitandi nýggj støða hjá sitandi fíggjarmálaráharra, so kanska guds børn batna.

Stóru yvirskipaðu tølini siga okkum sambært inntøkumetingunum og mettu útreiðslunum, at inntøkurnar hjá føroyska landshúsarhaldinum vera 6.298 mió.kr., og útreiðslurnar 6.233 mió.kr. í 2022.

Harvið fær landskassin eitt rakstrar og løguúrslit á 65 mió.kr. Hettar er aftaná serligt vinningsbýti frá Banknordik og aftaná at hava lækka løgukarmin nøkulunda samsvarandi úrslitinum.

Samanumtikið er tað úrslitið av einum hampuliga væl riknum samfelag, síðani Fíggjarkreppuna í 2008. Somikið væl, at grundarlag er fyri at taka størri fet á sjálvbjargnisleið.

Tí eigur tað at vera ein sjálvsøgd ætlan hjá eini komandi samgongu, at taka enn størri stig at gera føroyska búskapin sjálvberandi.

Vit vita eisini at tað eru fløskuhálsar í byggivinnuni, námsføðini og á røktar og umsorganarøkinum. Hettar eru økir sum eiga at raðfestast hægri, við fleiri útbúgvingarplássum.

At ein nýggjur flokkur at sjúkrarøktarfrøðingum verður upptikin er frálíkt, men eg sakni meiri miðvísa raðfesting fyri eitt nú ergoterapi og fysioterapi, sum eru fakøki, sum serliga gagna hjá seinheilaskaddum, á nevrologiska økinum, og geriatriskum sjúkum. Her átti at verið gjørd ein miðvís ætlan millum land og kommunur, tí nógv er at vinna í væl skipaðum fyribyrgjandi og endurvenjingararbeiði.

Tað eru eisini gleðiligar íløgur at hóma, hóast karmurin lækkar rættiliga fitt, samanborið við inniverandi ár. At játtan verður sett av til Sandslíð, tænir samgonguni til rós, men latið nú játtanina fáa bein at ganga á.

Mær dámar eisini væl at pengar verða játtaðir til ferðsluábøtur í Vágum. Hugsi einamest um landsvegin oman í Sørvág, sum má kallast eitt klútateppi av tí aðru verð.

Fyrireiking av tunli til Vestmanna, og framhaldandi gerð av tunli til Dals er gleðiligt. Her kundi upphæddin kortini lagt seg á eitt støði, so arbeitt var alt árið. Harvið komu vit eisini skjótari til Tjørnuvíkartunnilin, og Gjáartunnilin, sum uttan iva kunnu gerast av tunnilstoyminum.

Eg sakni eina greiða polittiska fráboðan um Suðuroyartunnilin, og tíðin er búgvin at ger ítøkiliga breiða semju um hann.

Eg dugi ikki at síggja nakað beinleiðis átak um samhaldsfasta samferðsluætlan, serliga havandi í huga svíkjandi inntøkurnar til Eysturoyartunnilin. Landið hevur bundið seg til eina minstu inntøku til tunnilin, men eg finni ikki tað útreiðsluna í uppskotinum. Sambært tølunum, sum hava surrað rundanum støðuna, snýr tað seg um upphædd á millum 25 og 50 millónir.

Gott hevði verið um landsstýrismaðurin greiddi frá støðuni, tí um hendan støðan ikki er viðgjørd, og partur av uppskotinum, etur hon lættliga yvirskotið upp. Tá kann man fáa illgruna um kreativa bókføring, ella undurbudgettering í hesum uppskotinum, fyri at fáa tað at síggja átuligari út.

Her eru eisini gleðiligar raðfestingar á heilsuøkinum. Serliga gott er at fáa bøtt um atgongdina til sálarliga hjálp til ung, og harðskapsskaðastovan er eitt stórt framstig.

Játtanin til nýggj orkuátøk er góð, men eisini alt ov lítið framtøkin. Hungrandi evropeiski orkumarknaðurin, eigur avgjørt at vera eitt útflutningsmál hjá okkum, aftaná at vit hava lagt alla okkara orkunýtslu á landi til varandi orku. Her mugu vit vera nógv meira ambitiøs, og hyggja eins og norðmenn eftir møguleikum, sum gera okkum til framleiðarar og útflytarar av varandi orku.

Í ein ávísan mun stýrda kapitalistiska marknaðarskipanin, í vesturheiminum, hevur verið sera gagnlig fyri búskaparvøksturin á okkara leiðum, men ein av stóru búskaparligu spurningunum er um vit kunnu halda áfram at vænta okkum búskaparvøkstur, og fólkavøkstur í framtíðini.

Nógvar ábendingar eru um at vit í veiðuni eftir búskaparligari vælferð, koma at mørkum tá um gagnnýtslu av náttúruni ræður.

Tíðan har vit nýta og blaka burtur uttan fyrilit er farin. Saman við ynskinum um vøkstur, mugu vit fáa burðardygd at fylgjast. Hetta er serliga viðkomandi og viðkvæmt hjá okkum, sum liva av í mitt í náttúruni.

Eg sakni eisini genialitet, tað serliga góða átakið, X faktorin, í fíggjarlógaruppskotinum. Havandi í huga øll okkara dugnaliga vinnulívsfólk, allar okkara væl útbúnu føroyingar og útlendingar, sum hava valt at búseta seg her, so sakni eg tað sum er meira enn business as usual. Um tað er tí at vit polittikarar dáma so væl at vita best, skal vera ósagt, men eg haldi at tað hevði tænt okkum væl sum samfelag, um vit í størri mun loyvdu íverksetandi spírum, at spæla sær við ovurhonds møguleikunum vit hava, sum framkomið land.

Vit í Tjóðveldi skulu geva okkara íkast til fíggjarlógararbeiðið næstu mánaðirnar, og sum útgangsstøði, er hettar uppskotið ikki verri enn so, at um veruligur samráðingarhugur er, so er andin fúsur at gera semjur, útfrá somu áskoðan, sum Warren Buffet er endurgivin fyri at siga.

At tú kann sita í svalliga skugganum í dag, er tí at onkur gróðursetti eitt træ har fyri nógvum árum síðani.

Tíðin er komin at flyta føroyar inn í ein búskaparliga sjálvbjargna tíð. Tað megna vit.

Páll á Reynatúgvu
Framsøgumaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo