Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beint áðrenn tingið fór í summarfrí viðgjørdu vit okkara uppskot um at byggja næminga- og lestrarbústaðir kring landið. Hóast stóra tørvin á lestrar- og næmingabústøðum, sum eru í eini príslegu, sum næmingar og lesandi hava ráð at gjalda, so fingu vit ikki uppskotið ígjøgnum. Tað er stórt spell!

Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri eitthvørt land, at ungfólk støðast í landinum. Tað er gevandi fyri samfelagið og ein fortreyt fyri samfelagsmenningina sum heild.

Vit kenna tað frá søguni, at fara ung av landinum at  útbúgva  seg  eru  sannlíkindini  fyri,  at  hesi  fólk  búseta  seg  uttanlands  nógv  størri, enn  um  fólk útbúgva seg í Føroyum.

Tí er gleðiligt, at útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru mentir og styrktir seinnu árini.

Nú er tíðin komin til at fáa umstøðurnar hjá lesandi betri, og kjarnin í hesum er at tryggja nøktandi  tal  av  næminga-og  lestrarbústøðum.  Næminga-og  lestrarbústaðir,  sum  eru  í  eini  príslegu, sum lesandi og lærlingar hava ráð til.

Stórur tørvur er á næminga-og lestrarbústøðum, og tað er sera dýrt hjá hesum bólki at leiga, sum hava avmarkað  fíggjarligt  rásarúm  at  gjalda  av.Høga  kostnaðarstøðið,  bøkur,  sosialt  lív, innbúgv v.m. ger tað sera trupult, ella ógjørligt at dekka leigukostnaðin við lestrarstuðlinum.

Fáa vit ikki loyst bústaðartrupulleikan hjá lesandi, er vandi fyri,at talið á ungum fólki, sum ætla at útbúgva seg í Føroyum, minkar, tí tey heldur flyta av landinum í útbúgvingarørindum.

Hesum kunnu vit fyribyrgja við at hava nøktandi tal av næminga-og lestrarbústøðum kring landið.

Hóast vit hava skúlaheim, næmingabústaðir og lestrarbústaðir í Føroyum,er talið á hesum langt frá nøktandi. Tað er trupult at finna nakað yvirlit yvir næminga-og lestrarbústaðir í Føroyum, men ein leyslig uppteljing er, at tað eru undir 300 lestrarbústaðir í Føroyum.

Tað  er  tørvur  á  at  fáa  lagt  útbygging  av  lestrarbýlum  í  eina  fasta  legu  soleiðis,  at  vit  gera langtíðarætlan á økinum, sum sigur, hvussu nógv vit byggja árliga, og hvar. Soleiðis tryggja vit, at vit hava gott grundarlag fyri at ung útbúgva seg og støðast í Føroyum. 

Sirið Stenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo