Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Meira enn 400 luttakarar frá 19 ymiskum myndugleikum og felagsskapum vóru seinnapartin í gjár við í eini hini mest umfatandi tilbúgvingarvenjingini nakrantíð í Føroyum, sum varð hildin á Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 16:43.

Endamál
Endamálið við venjingini varð at royna tilbúgvingina hjá Vága Floghavn og hjá øllum øðrum pørtum sum eru knýttir at tilbúgvingini fyri flogvøllin, fyri á tann hátt at staðfesta hvussu allar uppgávur í eini stórari vanlukku verða loystir.

Fyrireikingar
Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við limum frá Vága Floghavn, Politinum og Ambulansutænastuni hava í uml. 1 ár fyrireikað venjingina. Hóast dagurin fyri venjingina varð ásettur fyri einum ári síðani, so hava bert fá fólk havt kunnleika til innihaldið í venjingini, og er hetta fyri at gera hana so veruleikakenda sum til ber, fyri allar luttakandi partarnar.

Nógv varð gjørt burturúr sminking av statistum, haðani flogvøllurin hevur fingið hjálp úr Føroyum, Íslandi og Noregi. Eisini vóru sjónleikarar og útlendingar sum høvdu fingið serligar leiklutir millum statistarnar.

Innihaldið í venjingini
Í stuttum var innihaldi í sjálvari venjingini, eitt flogfar við 137 fólkum umborð, sum koyrdi útav eystara enda á flogbreytini, oman móti Vatninum. Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu, kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, politinum, Atlantic Airways og Naviair í Torninum á flogvøllinum, eldsløkking, bráfeingis skaðaviðgerð á skaðastaðnum, ambulancuflutningur, leiting eftir fólki í haganum og á Vatninum við fólki, bátum og tyrlum, fyribyrging av dálking á Vatninum, sum er drekkivatnsøkið hjá kommununum í Vágum, skrásetingararbeiði og fleiri aðrar størri og smærri avbjóðingar. Eisini var vant í at stongja flogvøllin fyri flogferðslu, at umdirigerða flogferðslu og at enda at latað flogvøllin uppaftur fyri flogførum sum komu úr Danmark og Íslandi við útgerð og hjálparfólkum, og at flyta illa skadd fólk av landinum á sjúkrahús uttanlanda.

Tilsamans vóru luttakarar frá 19 ymiskum myndugleikum og felagsskapum við í venjingini. Samanlagt vóru yvir 400 fólk við í venjingini, harav uml. 140 statistar, uml. 200 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og so eini 60-80 onnur starvsfólk.

Luttakandi partarnir í venjingini vóru

• Vága Floghavn,
• Naviair í Torninum og í Danmark
• Atlantic Airways og Tyrludeildin,
• Politii
• MRCC
• Ambulansutænastan,
• Sørvágs Sløkkilið,
• Sløkkiliðið í Vága Kommunu,
• Vestmanna Sløkkilið,
• Kvívíkar Sløkkilið,
• Vága Bjargingarfelag,
• Arktisk Kommandi við Hvidbjørnen
• Heilsuhjálparfólk (”first respondarar”) frá Ansni
• Heilsuhjálparfólk (”first respondarar”) frá Sundalags- og Eiðis Sløkkiliðið
• Zarepta
• TAKS
• Visit Vágar
• Gist & Vist
• Duty Free á Flogvøllinum

Serlig avbjóðing undir venjingini
Venjingin fekk eisini eitt ikki tilætla veruligt innihald, tá ein sløkkiliðsbilur smokkaði, og tí ikki kundi luttakað í sjálvari venjingini. Venjingarleiðslan avgjørdi ikki at støðga venjingini eina løtu av hesi orsøk, men at takað hesa støðuna við sum ein eyka avbjóðing í venjingini. Hóast hetta gjørdist ein óvæntað avbjóðing fyri venjingini, so var hetta tó bert ein lítil partur í samlaðu myndini av venjingini. Tá venjingin varð avblást kl. 19.25, var bilurin fingin leysur aftur, og vanliga tilbúgvingin á flogvøllinum var fult virkin aftur tá vanliga flogferðslan var uppafturtikin eftir venjingina. Júst tað at venja í at handfara óvæntaðar støður sum hesa, gjørdi venjingina enn meira veruleikakenda.

Føroyskir og útlendskir eygleiðarar
Fleiri føroyskir, íslendskir og danskir eygleiðarar fylgdu venjingini í gjár, og ein nágreinilig eftirmetingarfrágreiðing verður liðug í desember. Men longu eftir venjingina í gjárkvøldið hava ymsu partarnir havt eina skjóta og stutta samanumtøku har staðfestast kann, at fleiri uppgávur vóru loystar júst sum ætla og vænta, meðan tað eisini eru nakrar uppgávur, har tað er neyðugt at hyggja nærri eftir hvussu tey viðurskiftini kunnu betrast.

Takksom á Vága Floghavn
Á Vága Floghavn eru vit sera takksom fyri tí stóru hjálpina vit hava fingið frá øllum luttakarunum, og ikki minst frá statistunum, sum dugdu at gera venjingina sera veruleikakenda og avbjóðandi fyri tilbúgvingarfólkini á skaðastaðnum.

Gudny Langgaard
stjóri

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo