Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á triðja og seinasta uppstillingarfundi hjá Vága Tjóðveldisfelag, sum var mánakvøldið, varð samtykt at stilla Ingolf S. Olsen upp sum einasta valevni floksins í Vágum til komandi løgtingsval.

Árni Jacobsen, formaður í Vága Tjóðveldisfelag, fegnast um, at uppstillingin nú er liðug, og at felagið sostatt kann hugsavna seg um sjálvt løgtingsvalið, sum verður seint í summar.

-  Vit hava havt tríggjar væl lýstar uppstillingarfundir, har Ingolf S. Olsen hevur verið einasta valevni. Á hesum seinasta uppstillingarfundinum mælti eg sjálvur til, at hann eisini verður okkara einasta valevni. Hetta, bæði tí ongin annar hevur bjóðað seg fram ella hevur verið í uppskoti, men ikki minni, tí eg haldi Ingolf S. Olsen hevur gjørt eitt gott arbeiði á tingi, og at tað eftir mínum tykki er skilabest, at vit royna at savna okkum um bara eitt valevni, um vit í Vágum skulu hava møguleika aftur at fáa eitt lokalt tjóðveldisumboð í Løgtingið, sigur Árni Jacobsen.

Høgni Hoydal, floksformaður, var gestur á uppstillingarfundinum, og greiddi hann frá politisku støðuni og tók lut í politiska kjakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo