Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Í dag varð Eysturoyartunnilin rætta jólagávan til allar føroyingar. Tað syrgdi Teitur Samuelsen fyri í beinleiðis Kringvarpssending, har landstýrismaðurin, Jørgin Niclasen, afturvið horntónleiki slapp at skera snórarnar til allar tríggjar tunlarnar.

- Føroyar gerast nú munandi størri - og minni, alt eftir hvussu tú sært uppá verkætlanina, segði Teitur Samuelsen, stjóri í tunnlinum. Og rætt hevur hann. Tunnilin fer at geva meginpartinum av føroyska fólkinum eitt flytføri, sum er størri enn vit nakrantíð hava upplivað. Helst fara lokaliseringsástøði at fáa eitt nýtt og skilvísari lív eftir hetta størsta inntriv í føroyskari søgu, fyri ikki um at tala huldusliga bygdasligheit, ið nú fer at verða blást burtur, sum froða av bryggi.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo