Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi hevur lagt valskránna fram undir savnandi heitinum "vit skulu loysa gerandisdagin."

- Tjóðveldi er loysingarflokkurin í Føroyum og tann samhaldsfasti flokkurin, sum vil skapa javnbjóðis kor og rættindi at virka, skapa, framleiða og liva í Føroyum.

Vit skapa og eiga eitt ómetaligt ríkidømi í landinum. Men ríkidømið og møguleikarnir eru ójavnt býtt. Loysingin skal grundast og fremjast í gerandisdegnum, har vit skapa virðir, segði Høgni Hoydal, formaður, sum saman við næstforkvinnuni Sirið Stenberg legði fram.

At tað skal vera bíligari at liva í Føroyum, og at tað serliga eru tey við lægstu inntøkunum, sum nú eiga fyrst at verða lyft upp, gongur ígjøgnum alla valskránna.

Fíggingin til hesi mál skal millum annað koma frá vinnufeløgunum við hægstu vinningunum - sum jú eru serliga høgir í løtuni.

Tjóðveldi leggur, umframt umfordeiling, eisini dent á at gera yvirtøkur av m.a. loftrúminum og løgregluni í komandi valskeiði, og rópar varskó um støðuna hjá føroyska málinum. Og so fer flokkurin til val uppá at tryggja búskaparstøðuna, og at hetta verður gjørt við egnari megi heldur enn blokkstuðli.

Sjálvbjargni og góð livikor hjá øllum.

Á listanum hjá Tjóðveldi eru 31 valevni. Á myndini eru øll tey, sum høvdu høvi at koma til framløguna í Smæruni í Havn í dag.

Tey sum stilla upp fyri Tjóðveldi:

Anfinn    í Toft
Annika Olsen
Annita     á Fríðriksmørk
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Bjørt Samuelsen
Christian Guttorm Mathisen
Dennis    Holm
Eirikur    í Jákupsstovu
Erling    Jóannesarson Eidesgaard
Fróði Bjarkason Skúvadal
Gudny    Vang
Hervør Pálsdóttir
Høgni    í Stórustovu
Høgni Karstin    Hoydal
Ingolf     Sólheim Olsen
Jens Ivaní Gerðinum
Jensina    Olsen
Jógvan Jón Oskarsson Henriksen
Jóhan Christiansen
Jón Kragesteen
Kristian Oskar    Jónsson Henriksen
Liljan Weihe
Magni     Arge
Óluva Elin Klettskarð
Páll á Reynatúgvu
Pól Jóhannus Toftegaard Larsen
Rógvi     Nybo
Ronnie Edvard Thomassen
Sigrid    Jensdóttir Dalsgaard
Sirið Stenberg
Trina Elttør Eysturoy

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo