

Nú Sjúrður Olsen ikki stillur uppaftur á býráðsvalinum, fari eg at takka honum fyri hansara stóra arbeiðið í Tórshavnar býráð. Sjúrður er maður, ið hevur vilja sum fáur at fáa framt framburð í kommununi, og eri eg fegin um at hava samstarvað nógv við hann – ikki minst í tíðini sum borgarstjóri.
Har var eingin slingur í valsinum, tí Sjúrður var greiður og álítandi í øllum málum. Júst sum hann eisini er tað, nú hann í samrøðu við in.fo enn einaferð staðfestir, at kom hann inn, so hevði henda samgongan, ið nú hevur valdað, slett ikki komið framat.
Nú hann takkar fyri seg, vil eg fegin nevna nøkur mál úr stóru rúgvuni, sum vit báðir – saman við øðrum góðum fólki – fingu av skafti hesa tíðina, Sjúrður virkaði í býráðnum:
- Stóra havnarútbyggingin
- Sjóvinnuhúsið
- Skúlin á Argjahamri
- Skúlin á Løgmannabreyt
- Boðanesheimið
- Tjarnagarður
- Stóra brúgvin um Sandá
- Trappan í Vágsbotni
- Uppraðfesting av ansingarøki og skúlum
- Tilhaldið í Kollafirði
- Ítróttarhøllin í Kollafirði
- Bátahylurin á Argjum
- Nýggi barnagarðurin á Argjahamri
- Skúlin í Nólsoy
- Nýggi barnagarðurin í Nólsoy
- Tórsvøllur
- Fimi
- Tórsbreyt
-Íðnaðargrundstykkir og sethúsagrunstykkir
…og nógv afturat!
Ikki er altíð lætt í politikki, serliga tá ið mótstøðan inni í tínum egna flokki verður ov stór, soleiðis sum Sjúrður upplivdi á seinasta vali, har innanhýsis fintur gjørdu, at hann ikki varð afturvaldur.
Frá mær eigur Sjúrður Olsen eina stóra tøkk sum politikari og vinmaður, og eisini eina stóra tøkk fyri vøkru orðini frá honum, nú hann takkar fyri seg.
Heðin Mortensen
býráðslimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo