Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

TÓFF er ein føroyskur filmsfestivalur, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommunu umframt Filmshúsið, Filmsfelagið, Havnar Bio, Klippfisk og Føroysk Filmsfólk.

TÓFF verður fyri triðju ferð 22. – 27. februar 2019.

Í samfullar 6 dagar verður sjóneykan sett á føroyskar og altjóða filmar av góðari góðsku til allar aldursbólkar.

TÓFF bjóðar áhugaverdar filmar til eina breiða áskoðarafjøld, men eisini smalar filmar sum søkja mørk og eru meira eksperimenterandi.

TÓFF granskar ymisk filmssløg og ymsar hættir at siga frá filmi.

TÓFF savnar vitan, ið kann gagna føroyska filmsumhvørvinum, bæði tí umhvørvinum, sum longu hevur fest sínar røtur her, men eisini fyri nýggjar spírar og íverksetarar.

TÓFF skapar íblástur og kjak.Skrá

Fríggjadagur 22/2
19.00 Klippfisk og Føroysk Filmsfólk hita upp til TÓFF - Olsen banden og føroyskir stuttfilmar

Leygardagur 23/2
19.30 Geytin (FO)

Sunnudagur 24/2Tempo í Føroyum
14.00 The raft (SE)
17.00 Silvana (SE)
19.30 Tempo stuttfilmar
The Ambassador's wife (SE)
As we're told (SE)
Juck (SE)
Cops are actors (SE)
The Power Plant (SE)

Mánadagur 25/2 Filmshúsið á Tóff
19.30 The Human Shelter

Týsdagur 26/2Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
10.00 Vetrarbrøður (DK)
12.00 Korparna (SE)
15.00 Euthanizer (FI)
17.00 Thelma (NO)
19.30 Kona fer í stríð (IS)

Mikudagur 27/2 Filmsfelagið í Havnar Bio á Tóff
19.30 Før frosten

23.-27. feb Video Video fyri børn
23.-27. feb Framsýning: Video Video: Mariken Kramer

HIGHLIGHTS

24/2 kl. 14.00

The Raft
Jákup Jacobsen, verkætlanarleiðari og skipari á árabátinum Saga, sum í 2018 ró 4.200 fjóringar frá Portugal til Kuba, kemur at greiða frá teirra túri og gera samanberingar aftaná filmin. Tad verður møguleiki at seta Jákupi spurningar í sambandi við filmin og hansara upplivingar á rógvitúrinum.

Svenski dokumentarfilmurin “The Raft” gongur fyri seg í 1973, har ein vísindamaður sendir fimm mans og seks kvinnur um Atlantshavið á einum lítlum flaka uttan motor. Verkætlanin verður nevnd The Acali Experiment. Mexikanski mannfrøðingurin Santiago Genovés stóð fyri verkætlanini. Hann ynskti at kanna, hvussu menniskju bera seg at, tá tey eru undir trýsti. Nú 43 ár seinni hittast fólkini aftur og greiða frá søguni um tað, ið verður nevnt tann størsta sosiala royndarverkætlanin nakrantíð.

24/2 kl. 17.00

Silvana

Stjórin í FIMFF, Nadia Abraham, fer at innleiða heimildarfilmin "Silvana’’.

Leikstjórar: Mika Gustafson, Olivia Kastebring, Christona Tsiobanelis

Dokumentarfilmurin “Silvana” fylgir svenska rapparanum Silvana Imam og hennara lívsleið, sum byrjar við, at hon virkar sum undirgrundarlistarfólk,til hon seinni verður kend. Hon fær tokka til Beatrice Eli, og skjótt eru tey eitt kent par, sum verður kent á svenska tónleikapallinum. Silvana brúkar sína hvøssu tungu og eirindaleysu tekstir til at revsa samfelagið og at varpa ljós á allar formar fyri kúgan. Hon verður røddin hjá einum nýggjum ættarliði og verður viðurkend við fleiri stórum heiðurslønum.

24/2 kl. 19.30

5 góðir stuttfilmsdokumentarar

Tempo í Føroyum Í 2019 fært tú møguleika fyri at uppliva dokumentarfestivalin Tempo í Føroyum. Hesin festivalur er tann størsti av sínum slagi í Svøriki. Hann varð fyrstu ferð fyriskipaður í 1998, og á festivalunum síðan eru vístir dokumentarar úr øllum heiminum, sum sviar annars ikki høvdu havt møguleika fyri at síggja.

Melissa Lindgren, stjóri í Tempo, fer at innleiða sýningina.

The Ambassador´s wife Hon droymdi um eina lívsleið innan operu. Nú býr konan hjá franska sendiharranum eitt friðarligt lív í Ouagadougou í Burkina Faso.

As we’re told Filmurin vísir, hvussu tað er at arbeiða á mest hataða stovninum í Svøríki – Beskæftigelsesbureauet. Vit hitta málsviðgerðar, sálarfrøðingar og leiðarar. Allir eru lýstir sum dukkur í bylgjupappi.

Juck Juck er ein dansibólkur, sum gjørdist kendur í 2013 í eini videoútgávu, har tey fluttu mørkini fyri, hvussu ein kvinnukroppur kann koma til sjóndar.

Cops are actors Í fjøllunum í Los Angeles hitta vit fýra sjónleikarar, sum lýsa starvið hjá løgregluni við frásøgn og pallseting.

The power plant Ein drongur er staddur við eitt vatnorkuverk í Norðursvøríki við eina á, sum ikki longur er til, tí vatnorkuverkið hevur tikið ánna.

26/2 kl. 19.30

Kona fer í stríð (IS)

Vinnari av Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Ólafur Egill Egilsson, handritahøvundur, fer at innleiða sýningina

Ólafur Egill Egilsson, handritahøvundur, fer at innleiða sýningina

Leikstjóri: Benedikt Erlingsson

Halla er ein sjálvstøðug 50 ára gomul kvinna. Men við síðuna av sínum stillføra dagligdegi, livir hon eitt dupultlív sum ein eldhugaður umhvørvisaktivistur, sum í loyndum er í einum einsamøllum stríði við lokala aluminiumsídnaðin. Meðan hon leggur ætlan um sína størstu og mest djarvu herverksætlan , fær hon eitt óvæntað bræv, sum broytir alt. Umsókn hennara um ættleiðing er gingin á møti, og ein smágenta í Ukraina bíðar eftir henni. Hon ætlar at gevast við sínum aktivistiska virksemi og at vera verji hjá fjallaøkinum, fyri í staðin at uppfylla dreymin um at gerast mamma. Men hon avger at fremja eina seinastu atsókn móti aluminiumsíðnaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo