Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

TAKS: Síðstu vikuna hevur tolleftirlitið hjá TAKS havt fýra hassjmál og hevur lagt hald á yvir tvey kilo av hassji.

Á flogvøllinum vórðu tvey fólk tikin, annað í gjárkvøldið, hitt í fyrrakvøldið. Tey royndu at smugla í alt 1,6 kilo av hassji. Fólkini hava fingið straksdóm og eru farin í fongsul í ávikavist 30 og 90 dagar.

Í farnu viku kom tolleftirlitið hjá TAKS fram á tveir postpakkar, sum innihildu eitt hálvt kilo av hassji, innpakkað sum gáva. Hesi mál eru til kanningar hjá løgregluni.

Nógv hassj verður smuglað til Føroya. Í fjør varð hald lagt á 46,5 kilo, tað mesta nakrantíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo