Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

TAKS: 45,6 kilo. So nógv hassj hevur tolleftirlitið hjá TAKS lagt hald á higartil í 2022, tað mesta nakrantíð.

Síðstu tíggju árini hevur miðaltalið verið 8 kilo, so tað er stórur vøkstur. Næststørsta mongd í eitt ár er 22 kilo, tað var í 2017.

Tolleftirlitið hjá TAKS hevur eisini lagt hald á onnur rúsevni sum kokain, amfetamin og MDMA, men mongdirnar eru smáar og nakað tær somu, sum tær hava verið.

– At hava tolleftirlit við rúsevnum er ein avbjóðandi uppgáva. Ilt er at siga neyvt, hvussu nógv verður smuglað, men á TAKS fegnast vit um, at tað rúsevni, sum hald er lagt á, ongantíð kom á marknaðin í Føroyum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo