Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kim Neumann Nielsen úr Grønlandi, Christian Lützen úr Danmark og Eyðun Mørkøre úr Føroyum

Kim Neumann Nielsen úr Grønlandi, Christian Lützen úr Danmark og Eyðun Mørkøre úr Føroyum

Kim Neumann Nielsen úr Grønlandi, Christian Lützen úr Danmark og Eyðun Mørkøre úr Føroyum

TAKS: Á norðurlendskum tollstjórafundi í Stokkhólmi hin 17. september góvu Føroyar, Danmark og Grønland hvørt øðrum tilsøgn um eitt enn sterkari tollsamstarv. Føroyar undirskrivaðu í hesum sambandi tvær nýggjar tollavtalur.

Londini fara nú at leggja serligan dent á at luta vitan og royndir sínámillum

Hetta er týðandi partur av fyrru avtaluni, ið viðger yvirskipaða tollsamstarvið landanna millum. Avtalan fevnir eisini um felags tollverjuátøk fyri tey trý samfeløgini umframt um førleikamenning av starvsfólkum og um servenjing av rúsevnahundum.

Hin avtalan, sum Føroyar undirskrivaðu, er ein rammuavtala við Danmark, har samstarvið millum londini verður útgreinað, serliga førleikamenningin.

”Tolløkið er álvarsmál, ikki minst tá ið ræður um rúsevni, og tí fegnist eg um nýggju avtalurnar og um góða samstarv okkara við Danmark og Grønland og grannalondini yvirhøvur”, sigur Ruth Vang, ið sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur evstu ábyrgd av virkisøkinum hjá TAKS.

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, skrivaði undir nýggju avtalurnar Føroya vegna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo