Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-198/2021 frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um fólkapensjónistar í arbeiði.

Spurningur:
Hvussu nógvir fólkapensjónistar ella fólk í aldrinum 69-72 ár, 73-75 ár og frá 76 árum og uppeftir, hava eina arbeiðsinntøku - býtt á kvinnur og menn, býtt á almenna og privata geiran, og býtt á øki í landinum?

Svar
Tað verður spurt eftir tal av fólkapensjonistum 69 ár og eldri, sum arbeiða. Landsstýrismaðurin skilir tað sum, at talan er um tey, sum eru 69 ár við ársbyrjan 2022. Tað merkir, at talan er um øll tey, sum hoyra til gomlu pensjónsskipanina. Upplýsingarnar niðanfyri fevna sostatt um tey, sum í minsta lagi eru fylt 69 ár ella eldri við ársbyrjan í 2022, og sum hava havt arbeiðsinntøku í 2022.

Tað er ikki ásett nakað minstamark fyri arbeiðsinntøku. Tað merkir, at eisini tey, sum hava heilt lítla arbeiðsinntøku eru tald við.

##med2##

Sum talvan omanfyri vísir, eru fleiri mannfólk enn konufólk í pensjónsaldri, ið hava lønarinntøku - eisini lutfalsliga. Í aldrinum 69 til 72 ár eru tað uml. 43% av monnunum, ið hava arbeiðsinntøku, meðan umleið 32% av kvinnunum hava arbeiðsinntøku. Av øllum fólkapensjonistum 69 ár og eldri hava 26% av monnunum arbeiðsinntøku og 14% av kvinnunum hava arbeiðsinntøku.

##med3##

Lutfalsliga er lítil munur á, hvussu nógvir persónar 69 ár ella eldri, ið hava arbeiðsinntøku. Í Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum eru tað uml. 20 til 22%, ið hava arbeiðsinntøku, meðan tað Vágum, Sandoy og Suðuroy eru uml. 13 til 16% ið hava arbeiðsinntøku.

##med4##

Samanlagt hava 54% av fólkapensjónistunum inntøku frá privata geiranum.

Almannamálaráðið, 7. juni 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo