Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fríggjadagin 3. september kl. 16 letur framsýningin “TÓNAR TAKA SKAP” upp á Listasavni Føroya.

Fá innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuell úttrykk hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum.

Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá HEIÐRIK og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin.

Í fleiri ár hevur HEIÐRIK arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika.

Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir HEIÐRIK úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar.

Til framsýningina eru vald út átta sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á.

Hyggur tú væl eftir, varnast tú kanska tilsipingar til bæði føroysk og heimskend listaverk í sjónbandaløgunum.

Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrik á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.

Fernisering verður fríggjadagin 3. september millum kl. 16-18.

Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin.

Guðrið Hansdóttir fer at spæla tvey løg og Anthony Charles fer at diska.

Listasavnið bjóðar ábit og drykkjuvørur.

Tað er ókeypis atgongd til ferniseringina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo