Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Havnar Hornorkestur: Dýrabiðidag verður innrás av tónleikarum í Havn, tá trýhundrað tónleikarar stevna til árligu musikkstevnuna, sum verður hildin í Eysturskúlanum í Havn. 

Havnar Hornorkestur, sum ár ár fyllir 120 ár, skipar fyri musikkstevnuni.

Henda musikkstevnan er tann 57. í røðini.

Fyriskipararnir av fyrstu musikkstevnuni, sum varð hildin í Vestmanna í 1966, høvdu neyvan droymt um, at musikkstevnan skuldi fáa so góða undirtøku, sum hon hevur fingið gjøgnum árini. Í dag er musikkstevnan hæddarpunktið hjá øllum blásarum. Tað er á musikkstevnuni, at spælarar møtast at røkja vinarløg og savnast um tónleikin og ikki minst at hoyra framgongdina hjá hvørjum øðrum. 

Spælararnir, ungir sum eldri, spenna seg út til dýrabiðudag. Tað er her, tað skal vísa seg,  hvør dugur er í teimum. Hetta er dagurin hjá hornorkestrum og harmoniorkestrum. Hóast musikkstevnan ikki er skipað sum kapping, so hava orkestrini vant til musikkstevnuna, sum tað var ein steypafinala á Tórsvølli. 

Musikkstevnan verður sum áður sagt, hildin í Eysturskúlanum, sum er væl egnaður til at hýsa stóra talið av orkestrum, spælarum og ikki minst áhoyrarum. Í ár eru ikki minni enn 11 orkestur, sum luttaka.

Elsta orkestrið er Havnar Hornorkestur og størsta orkestrið er GHM. Musikkstevnan hevur ein stóran týdning fyri menningina av orkestrunum. Tað hevur verið ein støðug menning øll árini orkesturstevnurnar hava verið, og er tað ikki minst orkesturstevnunum fyri at takka.

Leisturin fyri musikkstevnuni er tann sami sum altíð. Hvørt orkestur hevur 15 minuttir at framføra sína skrá. Tá øll orkestrini hava spælt, trína allir spælarnir inn á pallin til ta stóru finaluna, sum er at spæla tvey løg saman. Tað eina er lagið "Stevna", sum Olaf Ellingsgaard úr Havnar Hornorkestri hevur skrivað, og so er tað afturvendandi lagið “Our Director”, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir.

Frásøgumaðurin í ár er kendi útvarpsmaðurin Kári Olsen, sum fyrr í ár var heiðraður sum heiðurslimur í Havnar Hornorkestri. 

Øll eru vælkomin til musikkstevnuna, sum er í Eysturskúlanum Dýrabiðidag kl 14, tá borgarstjórin í Tórshavnar kommunu setur stevnuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo