Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann persónurin, sum oftast hevur staðið á stóra palli á Vágsbøi, er Sjúrður Skaale, sum nú verður frásøgumaður á Summar Festivalinum fyri tólvtu ferð

Summar Festivalurin boðar nú frá, at tjaldingin á festivalinum er útseld. Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóðað fólki at gista í tjaldbygdini, sum liggur mitt á festivaløkinum

 

Signar í Homrum spældi fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2013, og tað gjørdist ein óverulig suksé hjá honum og bólkinum. – Eftir konsertina hugdu vit bara upp á hvønn annan og spurdu, hvat hendi har?

Vikuskiftispass til Summar Festivalin verða seld í forsølu fyri 1000 krónur. Við dyrnar verður prísurin 1100 krónur

Songkvinnan Bára Silvansdóttir hevur júst verið á konsertferð í Íslandi við bólki sínum, og fríggjakvøldið spæla tey á Summar Festivalinum. – Tað er ordiliga spennandi at fáa møguleikan á Summar Festivalinum, sigur Bára Silvansdóttir

Orkestrið Seytjan var stovnað í summar, við tí fyri eyga at spæla rock tónleik. Fyrsta útgávan er lagið “Sweet Home Faroe Islands”, ið er ein føroysk útlegging av lagnum “Sweet Home Alabama”

Olvheðin Jacobsen hevur verið virkin innan kirkju og samkomur og hevur skrivað fleiri sangir, sum verða sungnir í samkomum. Hann hevur eisini spælt í øðrum samanhangum – eitt nú í teaturkonsertini Rósu Mariu, og hann sang kór hjá luttakara í íslendska Eurovision fyrr í ár

Í samband við Summarfestivalin verður ferðslan í miðbýnum umskipað hesa vikuna

Atgongumerkini til Summar Festivalin skulu býtast um við armbond. Hesi armbond verða tøk at fáa upp á armin komandi vikuna

Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóðað fólki at gista við tjaldi mitt í Klaksvík. Tjaldplássið á Akursmørk liggur í hjartanum á festivalinum, og har eru umstøðurnar framúr at hava eitt gott vikuskifti

- Eg havi sunnar nervar áðrenn eina framførslu, sigur Anfinn Nielsen, sum skal spæla á ársins Summar Festivali

Týskvøldið verður skipað fyri eini serstakari konsert á vágni, so tónleikurin fær ljómað framvið strondini og millum prúðu fjøllini, sum eru stolti og vakri kamurin um Summar Festivalin

Nú ber til at hita upp til Summar Festivalin við millum annað karnevali, fiskasølu, konsert á vágni, legubáli og altjóða sálmakvøldi

Rock legendan Mick Jagger er komin á marknaðin við sanginum "England Lost" sum lýsur Brexit, sum hann sigur var "ein torfør løta í søgu okkara"

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august, og nú er greitt, hvussu skráin fyri ársins festival verður

Svenska sangarinnan Miss Li var áhaldsin, tá ið hon fór upp á eitt klaver undir eini konsert í eini á. Festivalurin kallast En Flotte

Danny & The Veetos, Páll Finnur Páll og Grandma’s Basement spæla á Summar Festivalinum

Í kvøld, mánakvøldið 24. juli, kl. 20 verður forkunnug konsert í kirkjuni í Elduvík. Andras Olsen (trombone) og Dávur Juul Magnussen (trombone) framføra egin løg. Konsertin er ókeypis

 

Tað hevur verið fitt av fólki niðri á Vaglinum síðani Tórsfest byrjaði klokkan 16 seinnapartin í dag. Nøkur spennandi nøvn eru eftir at framføra

Ólavur á Váli er akkurát komin út við nýggjari fløgu. Fløgan kallast Her og Nú og er innspæld í Crossroads Studio í Arden, North Carolina. Sunnukvøldið 23. juli kl 20 hevur Ólavur á Váli, við bólki, útgávukonsert í Løkshøll í Runavík

Fyri løtu síðani lendið flogfarið hjá Atlantic Airways við John Martin og Michel Zitron, sum eru eitt av høvuðsnøvnunum á Tórsfest, sum verður á Vaglinum í Havn í morgin

Chester Bennington, best kendur sum sangari í bólkinum Linkin Park, er deyður. Hann var 41 ára gamal

Luis Fonsi hevur sligið met í stroymaðum løgum á internetinum við lagnum Despacito, sum er stroyma yvir 4,6 milliardir ferðir á ymiskum tónleikasíðum

Á almennu heimasíðuni hjá Queen verður skrivað, at gerast skal filmur um limirnar í bólkinum, Freddie Mercury, Brian May, Roger Taylor og John Deacon

Mikudagin 12. juli helt nevndin fyri "Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein" fund í fundarhølinum hjá borgarstjóranum. Fýra umsóknir vóru komnar inn um stuðul og tvær umsóknir fingu játtaðan stuðul hesaferð

Í kvøld, mánakvøldið 17. juli, kl. 20 verður forkunnug konsert í kirkjuni í Funningi. Stanley Samuelsen (vocal, guitar), Paolo Principi (accordion) framføra sangir hjá Stanley Samuelsen

 

- So er sunnudagur og liðugt á G! Ikki bara hátíðarkonsertirnar og gerandisfestivalurin allur, men eisini náttarregnið. Tað kom og tað fór. Nokk so ofta. Regnið er størsta avbjóðing hjá festivalum og útilívi

Nakrar myndir frá stóru sangløtuni á G! Festivalinum, sum Alesio Messiano hevur tikið

Dagurin hevur bjóðað upp á konsertir í heimsklassa á G! Festivalinum. Men hann er ikki liðugur enn, tí seinni kemur Alphaville

Fyri løtu síðan kunngjørdi Kris Kristoffersen, at hann fer ikki sjálvur at taka í móti pengum fyri konsertina í kvøld

Sambært G! Festivalinum á Facebook, so verður sóknast eftir tveimum benkrum av hesum slagnum og spurt, hvar teir eru

- So er teinæringurin Brandur Sigmundarsson komin til Syðurgøtu har G!Festivalur er. Sjálvt hotelstjórin í Havn, Johannes Jensen, hevur fingið sárar árabløðrur í lógvan, sum teir hava kýtt seg

- Sjovið hjá Lyon er so sterkt, sannførandi og fjøltáttað, at eg eri málleysur. Soleiðis er ein góð konsert. Eg yvirgevi meg so púrasta. Hetta var alt, ið eitt gittar- og klaver sentrerað sjov kann bjóða uppá. Ríkt, egið og gleðiligt

Klokkan 21.30 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at stuldur varð framt í trimum campingvognum, sum stóðu við tjaldingarøki á G! Festivalinum

Facebook síðan hjá G! Festivalinum hevur lagt nakrar myndir út sum vísa at kærleikin er eisini komin á festival

Myndir frá vøkru, villu og stuttligu G! paraduni, sum gekk frá Tjaldingarøkinum til Fjósið seinnapartin

Longu í gjár var sandurin í Syðrugøtu pakkaður, tá heimskenda danska poppstjørnan MØ framførdi. 5000 fólk hava leitað sær til Gøtu, og tað er methøgt tal av vitjandi fyri ein hósdag á G! Festival

 

Tað er gott veður og gott lag á G! Festivalinum

- Innan hon hevur fortalt, at bókstavirnir MØ eru tiknir púra ópolitiskt úr navninum, so er absolutt greitt, at hon spælir uppá, at hon er ein púra almindilig ungmoyggj, ein MØ

MØ gleðir seg at spæla á Gøtusandi í nátt, og um tað verður heilt vilt, ætlar hon sær møguliga at leypa á sjógv

Myndafólkini Barbara Vang, Alessio Mesiano og David Häggmark hava verið úti og fangað G! hugnan í kvøld

Tað er hóskvøld í Gøtu og Konni Kass og hennara orkestur hava byrjað ársins G! Festival á sandinum í Syðrugøtu. Meðan børnini spæla á sandinum og bátarnir damla á víkini, er mannamúgvan sannførd um ektaða og unikka potensialið hjá Konni og ljómliði

Tónleikaliga tjóðarhátíð føroyinga er byrjað. Tað angar av brenni frá hitapottunum, fólk práta og klemmast, og á sandinum hoyrast frálíkir tónar frá Konni Kass. Vit eru á G! 2017

19. juli er altjóða konsertdagur við Gjógv við trimum konsertum. Ein á Gjáargarði, ein í Gjónni og ein í kirkjuni. Konsertirnar eru ókeypis

Hann er ein av heimsins mest elskaðu sangskrivarum og sangarum, Kris Kristfofferson, og fer at framføra á G!, seinnapartin leygardagin klokkan 18

Tað hevur onkur veruliga roknað út. Eina ferð úti í framtíðini hava vit brúkt upp øll løgini sum finnast

Nýtt navn á føroyska tónleikapallinum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

Leygarkvøldið 22. juli verður gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp niðast í gongugøtuni. Hetta verður fjóðru ferð, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest

Jenný Augustudóttir Kragesteen og Hergeir Staksberg vórðu filmaði live á bønum í Tórsbyrgi í dag, meðan tey spældu undir heitinum FRUM

Svenskur radiovertur vil hava ein árligan festival, har kvinnur kunna kenna seg tryggar. Og hugskotið fær jaligar viðmerkingar