Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

20. mai verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni, Sement er ein tónleikakapping sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har bólkar og einstaklingar kappast um at gerast føroya besti nýggi bólkur

Fyri tveimum vikum síðan gav nýggja føroyska hipphopp verkætlanin "silvurdrongur" út sítt fyrsta staklag, og nú er eitt komið afturat

Legendariski Summar Festival-bólkurin Dynamit spælir á Vágsbøi í august

Gávurík børn fara í dag og í rmorgin at vísa síni kynstur í Margarinfabrikkini. Tá verður afturvendandi kappingin – sokallaða Talent - á skránni

Undir Kórfestivali 2017 í Norðurlandahúsinum leygardagin vóru tað serliga tey ungu kórini, ið gjørdu seg galdandi, og tað er at frøðast um, heldur Kórsamband Føroya

Í vikuskiftinum fór teljarin á rásini hjá Klovninum BUBU upp um tær 2 milliónirnar

Gøtu kirkju ungdómskór luttók á kórfestivali í Norðurlandahúsinum um vikuskifti og vann eina virðisløn – eitt herðaklapp – ið varð latin til eitt kór, ið hugók dómararnar á serligan hátt

Guðrið Hansdóttir og Heiðrik á Heygum í Norðurbryggjan í Keypmannahavn, Fríggjadagin 5. mai kl. 21. Hurðarnar vera lætnar upp kl. 20

Tað er ikki sæð áður í nýggjari tíð, at ein luttakari til Melodi Grand Prix sangkappingina ikki hevur møtt upp til royndarframførslu. Portugisiski Salvador Sobral kemur ikki til Ukraina fyrr enn tveir dagar áðrenn semifinaluna, verður sagt

Summar Festivalurin kunnger í dag, at poppsangarin Christopher spælir á festivalinum í august

Tað verða nakrir av teimum heilt stóru innan nýggjan elektroniskan popp, sum fara at pumpa lív í fjøldina á Tórsfest 2017. John Martin, sum vit kenna frá Swedish House Mafia og Michel Zitron verða við á Tórsfest 2017

Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 22. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fjórðu ferð skipar fyri Tórsfest

Yggdrasil er í kapping við 12 aðrar tónleikarar um at vinna Nordisk Råds musikkprís. Vinnarin verður avdúkaður tann 1. november í Finlandiahuset í Helsingfors

 

Sangarin Elton John hevur avlýst fleiri konsertir eftir at hann var tveir dagar á intensivari deild á sjúkrahúsi við eini deyðiligari infeksjón

Hóskvøldið 27. apríl kl. 19.30 skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert í Ósáskúlanum. Á konsertini luttaka orkestrið Norðanvindar, Klaksvíkar Hornorkestur og tveir bólkar frá Vága Musikkskúla

Spildurnýtt søguligt video frá føroysku Steso, sum Niels Uni Dam skýrdi: “Ein tann mest spennandi bólkurin í Føroyum”, í ummælara sendingini “Kvørnin” hjá KVF

'Gloym meg ei' foreldrabólkurin hjá Felagnum Pinkubarnadeyði/ Beranum skipar fyri stuðulskonsert, 23. apríl, kl. 16.00

Trummusláarin Arild Engh í kenda bólkinum Ole Ivars er deyður, 70 ára gamal. Tað váttar bólkurin fyri VG

Talan er um gamla sangin Anna Lovinda, sum Erik Bye yrkti í 1960. Niels Midjord hevur føroyskað, og teir ið spæla eru Jóan Jakku Guttesen, bass, Niels Olsen, harmoniku, og Holgar Jacobsen akk gittar og sang

Russland sleppur ikki at luttaka á ársins Eurovision Song Contest í Kiev, upplýsur EBU

Ein nýliga funnin rækja við eini ljósareyðari klógv og sum gevur harðasta ljóð frá sær á sjónum, er uppkallað eftir bretska bólkinum Pink Floyd, skrivar AFP í dag

Hóskvøldið kl. 19 verður forkunnug konsert í Gøtu Kirkju. Tað er barna- og ungdómskór Langholtskirkju Graduale Futuri, sum fer at framføra

Í 1987 komu sera nógv album á marknaðin. Sí listan her

Leygardagin 29. apríl verður skipað fyri stórum kórtiltaki í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Kórfestivalur 2017”. Umframt luttøku av 13 kórum kring landið, verður eisini skipað fyri einum felagskóri, sum Unn Patursson hevur skrivað eitt kórverk til

Tað vóru rungandi lógvabrestir at hoyra av áskoðaraplássunum í Býráðssalinum í gjárkvøldið, tá Tórshavnar býráð endaliga samtykti nýggja Musikkskúlan, sum hevur verið viðgjørdur í minst tveimum av undanfarnum setum, uttan at finna eina loysn

Eg mátti seta meg við tastarnar, tí upplivingin í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, var onki minni enn “upcoming” stjørnur, sum eg vóni fara longur fram á leiðini

Týsdagin 28. mars kl 10 um morgunin verður ein ordans sangløta á Reinsarínum, sum Tilhaldið skipar fyri. Har verður harmonikuspæl við eldri sangum, sum Niels Olsen og Old Cranks spæla

- Eg gleði meg at koma aftur til Føroya at spæla, sigur Brian McFadden, sum leygarkvøldið spælir í Havn við bólkinum Boyzlife

Bólkurin Quarter To Three er nú komin út við lagnum Hvørt Hjartaslag

Rolling Stone skrivar í kvøld, at Chuck Berry, sum skapti rock and roll, er deyður, 90 ára gamal

– Føli meg eyðmjúka og eri glað

Í einum nýggjum portretti greiður Rasmus Lyberth millum annað frá, hvat fekk hann at byrja sum tónleikari og hvat hevur hugkveikt hann

Grækarismessa er og hevur tú hug at halda dagin við góðum kórtónleiki kanst tú fara á konsert í kirkjuni í Kirkjubø

Tað hevur gingið sera væl at selt atgongumerki til stóra árliga konserttiltakið Voxbotn, sum verður niðri í Vágsbotni í Havn 24. juni. Tí longu nú, næsta fýra mánaðar áðrenn tiltakið byrjar, er útselt

Konsertin í Listastovuni í Miðvági verður Leygardagin 11. mars kl 17.00 - Konsertin í Ólavskirkjuni í Kirkjubø verður Sunnudagin 12. mars kl 16.00

 

Enn eitt føroysk navn er komið afturat á plakatina hjá Voxbotn, sum verður 24. juni. Fyriskipararnir kunngera í dag, at Marius eisini verður við á ársins konsertdegi í Vágsbotni í summar

Poppstjørnan hevði hjartasjúku og doyði av natúrligum orsøkum, vísur obduksjónsrapportin

Danski poppbólkurin Lukas Graham telist millum heitastu nøvnini í altjóða popptónleiki í løtuni, og í august koma teir aftur til Føroya at framføra

Eftir fleiri vikur við spekulasjónum kom superstjørnan sjálv við tíðindunum undir eini konsert í Brisbane

Bára Silvansdóttir og Sámal Ravnsfjall verða við á Summar Festivalinum í august

Summar Festivalurin kunnger í dag fyrstu fimm føroysku bólkarnar til ársins festival

Enn fleiri nøvn eru nú komin á plakatina hjá Voxbotn, sum verður 24. juni. Fyriskipararnir hava í dag kunngjørt, at bæði Hanne Boel og føroyski elektro-rokkbólkurin Glóð fara á pall á ársins konsertdegi

Tárini runnu tá ið norska Sigrid Raabe (20) sat í BBC-studio og hoyrdi sín egna sang í radio fyri fyrstu ferð. «Don´t kill my vibe» var kosin til tann «hottasti sangurin í heiminum» tá ið hann var frumsungin á BBC fyri tveimum vikum síðani

Tað verður avstralskfødda Anja Nissen, sum skal syngja fyri Danmark undir Europeiska Melodi Grand Prix

- Maðurin er ein, gittarnir tveir. Hin ljósi er ein hetlendskur Flatbush, og hin myrki ein kanadiskur Art & Lutheries, modell Ami, sigur Stanley

Leygardagin 25. februar fara Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur á fyrsta sinni at hava eina konsert saman. Hetta verður í Læraraskúlahøllini kl. 16

Fyriskipararnir kunngjørdu í gjár, at Mads Langer verður eitt av nøvnunum og í morgun er kunngjørt, at bæði Wolfgang og Guðrið Hansdóttir fara á pall á ársins konsertdegi

Enn eitt navn er komið á plakatina hjá Voxbotn 2017, sum verður 24. juni niðri í Vágsbotni í Havn. Tað er kendi danin Mads Langer, sum kemur til Føroyar í summar at spæla á ársins konsertdegi

- Í dag bjóðar Olivur Eystberg úr Skopun til vinyldag í Tutli á Káta Horninum í Havn. Við søludiskin eru hansara plátufavorittar Radiohead og Pearl Jam, allar LP plátur í 180 gramm kvaliteti

Fyriskipararnir av Voxbotn avdúka í dag, at heimskendi Jonas Blue úr Bretlandi verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni 24. juni