Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað má ikki henda, at USA og vesturheimurin gerst veikari hernaðarliga enn Kina, Russland og tess sameindu, segði fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, tá hann helt røðu um trygdarpolitisku støðuna í heiminum.

Tony Blair segði millum annað, at heimurin er komin á eitt vegamót sum best kann samanberast við endan á Seinna Heimsbardaga ella tá Sovjetsamveldið datt sundur. Tó er munurin tann, at Vesturheimurin ikki longur er í somu góðu støðu til at koma burtur tí omaná sum hann tá var.

- Stórsta geopolitiska broytingin fer at koma frá Kina, ikki frá Russlandi. Í 1979 hevði Kina ein búskap ið var til støddar sum tann italski. Eftir at landið lat upp fyri útlendskum íløgum er búskapurin nú vorðin tann næststørsti í heiminum, og tað er ikki óhugsandi, at hann hevur yvirhálað tann amerikanska um 10 ár, segði Tony Blair millum annað í taluni, hann helt á trygdarpolitisku ráðstevnuni í London.

Nú Russland og Kina samstarva meira enn nakrantíð er ikki ráðiligt, at vestanlondini minka um verjuútreiðslurnar, men eiga heldur at vaksa um tær, helt Tony Blair.

Tony Blair var bretskur forsætirsráðharri árini frá 1997 til 2007.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo