

Tabloid-avísin Daily Star kunngjørdi í gjár at ongar toppleysar kvinnur vera á síðu 3 í framtíðini. Sostatt endar eitt tíðarskeið í bretsku dagsavísunum.
Avísin var tann síðsta bretska dagsavísin sum hevði toppleysar kvinnur á síðu 3, eftir at The Sun endaði við tí í 2015.
Tá skrivaði Daily Star at blaðið fór at halda fram við «síðu 3-gentum», ein tradisjón søgd var «líka bretsk sum roastbúffur, yorkshirebudingur, fish and chips og postkort frá baðiferium.»
Sjálvt um Daily Star nú endar við toppleysmyndum, so fer avísin framhaldandi at hava myndir av ungum kvinnum, men tær vera meira ílatnar, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo