Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Jákup Mikkelsen og Páll Andrasson Klettskarð undan dystinum móti HB, sum klaksvíkingar vunnu 2-0 - Mynd: Bjarni Enghamar

Jákup Mikkelsen og Páll Andrasson Klettskarð undan dystinum móti HB, sum klaksvíkingar vunnu 2-0 - Mynd: Bjarni Enghamar

Jákup Mikkelsen og Páll Andrasson Klettskarð undan dystinum móti HB, sum klaksvíkingar vunnu 2-0 - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Tað gjørdist toppskjúttin eftir átta umfør í Betri Deildini hjá monnum, Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ, ið streyk avstað við heiðurinum, sum besti spælari í apríl mánað 2022.

Av tíggju møguligum atkvøðum, fekk vandamikli framherjin hjá klaksvíkingum átta. Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjørdist Olaf Bárðarson úr Víkingi, meðan liðfelagin hjá Páll, Mads Boe Mikkelsen bleiv nummar 3.

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Tað hevur eisini gingið væl higartil í ár, ikki bara hjá mær persónliga, men eisini hjá liðnum, og hesum ætla vit okkum sjálvandi at halda fram við, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.

Fyri heiðurin fekk Páll handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Jákup Mikkelsen, vanliga nevndur Bigge – sum frá 1974 til 1986 spældi 105 dystir fyri fremsta lið hjá KÍ, og skoraði 40 mál – stóð fyri handanini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið velja besta spælaran hvønn mánað. Besti spælari hjá kvinnum í apríl gjørdist Hervør Olsen, ið – eins og Páll – hevur sína dagligu gongd við Djúpumýru í Klaksvík. Besti spælari hjá monnum í mars mánað bleiv Stefan Radosavljevic úr HB.

Myndir: Bjarni Enghamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo