Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum júst hevur undirskrivað nýggjan sáttmála og tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari hjá 07 Vestur.

39-ára gamli sandavágsmaðurin er ein leikandi legenda í felagnum, og, í nýggja leiklutinum sum leikandi hjálparvenjari, fær hann veruliga víst sítt virði sum stuðul hjá ungu leikarunum bæði á og uttanfyri vøllin. 212 dystir og 71 mál fyri 07 Vestur, og í alt 481 dystir og 142 mál í vaksnamannafótbólti, íroknað evropeiskar dystir, er ikki at kimsa at.

Eftir ætlan fer Tór-Ingar eisini undir A-venjaraútbúgving í ár, ein útbúgving sum tekur 1½-2 ár, og leikluturin sum hjálparvenjari gevur eisini grundarlag og royndir til at taka tílíka útbúgving.

- Tór-Ingar hevur ovurstóran týðning fyri okkum sum felag, bæði ungdóm, leikarar, fjepparar og onnur, og vit gleðast um, at hann heldur fram sum aktivur leikari og sum venjari, sigur 07 Vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo