Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Samstarvsnevndin fyri Visit Vágar hevur gjørt av at seta Tordis Kristinu á Rógvi Simonsen  í starv sum leiðari fyri Visit Vágar. Tordis byrjar í starvinum hin 1. desember 2020.

Tordis Kristina er 34 ára gomul og hevur eina bachelorútbúgving í samskifti við sergrein í organisatión og leiðslu og eina kandidatútbúgving í altjóða ferðavinnu.

Hon hevur starvsroyndir innan ferðavinnumenning, og hevur síðstu árini starvast sum menningarráðgevi og kunningarleiðari innan ferðavinnu í Danmark og í Føroyum.

13 umsóknir vóru til starvið, og samstarvsnevndin fyri Visit Vágar var samd um, at Tordis Kristina á Rógvi Simonsen við sínum starvsroyndum innan økið og útbúgvingum hevur røttu førleikarnar at røkja starvið.

Kommunurnar í Vágum ynskja Tordis til lukku og góða eydnu við starvinum og at vera vælkomin vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo