Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórsfest: Eftir trý ára steðg av koronufarsóttini, er Tórsfest aftur á skrá.

Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstuferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn. 

Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri Ólavsøku – 22.juli. 

Forsølan til ársins Tórsfest, byrjar nú hósdagin 16.mars kl 12:00.  

Mánadagin 20.mars verður fyrsta stóra útlendska navnið avdúkað og er tað nógv at gleða seg til, siga fyrireikarirnir.

Tórsfest 2023 í samstarvi við OY, Burger King, eta, Føroya Tele, effo, Atlantic Airways og betri trygging.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo