Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein íløga í itróttin er ein íløga í ungdómin, og kemur tí samfelagnum fleirfaldað aftur, tí skal ítrótturin hava størstu raðfesting bæði til elitu og til breidd.

Stórar íløgur eru gjørdar hetta valskeiðið í ítróttin, nevnast kann vestursíðan av Tórsvølli, golfvøllurin á Glyvursnesi, nýggj skjótibreyt í Sandvíkum, dagføringar av ovaravølli og nýggjur langhylur við vælveruøki í Gundadali.

Tað, sum hevur verið serliga umráðandi er, at øll okkara ítróttarannlegg lýka altjóða krøv. Tórshavnar kommuna skal vera altjóða ítróttarhøvuðstaður, sum dregur at sær altjóða kappingar innan flest øll øki.

Samanspælið millum ítróttin og ferðavinnuna, tænastuvinnuna er eisini sera umráðandi, tí umframt at tað mennir føroysk ítróttarfólk, at altjóða kappingar kunnu haldast í heimligum umhvørvi, so hava hesar kappingar eisini nógv at siga fyri ferðavinnuna, hotelvinnuna og tænastuvinnuna, tí tey ferðandi ið koma hendan vegin í ítróttarhøpi leggja nógvan pening eftir seg í hesum vinnugeirum.

Tá vestursiðan av Tórsvølli er liðug til várs, verður Tórsvøllur ein Kat 4 vøllur, og lýkur tá krøvini hjá FIFA. Síðani 2013 hava tingingar verið um golfvøllin á Glyvursnesi. Hesar samráðingar eru nú loksins komnar uppá pláss og Tórshavnar kommuna kann nú fara undir fyrsta og einasta golfvøllin í landinum.

Nógv ferðandi eftirlýsa ein golfvøll í Føroyum, og sambært hagtølum leggja golfferðandi 3,5 ferðir so nógvan pening eftir seg sum ein vanligur ferðandi. E

in íløga í golfvøllin kostar í fyrsta lagi 27 mio, men ætlanin er eisini at gera 6 km lendisgøtur kring vøllin, so borgarar kunnu njóta náttúrina á Glyversnesi, antin til gongu, á súklu ella renna.

Skjótibreytin í Sandvíkum hevur verið leingi ávegis, men nú verður ráðgevasáttmáli undirritaður í næstum og farast kann undir við altjóða skjótibreytini í Sandvíkum, ið fer at hava 3 skjótibanar til Skeet, Trap og Olympisk trap. Um 1- 1 ½ ár kunnu vit halda altjóða skjótikappingar í Føroyum.

Ovari vøllur verður í løtuni dagførdur við nýggjum ljósum, soleiðis at europa leaugue kappingar eisini kunnu spælast á ovara vølli.

Størsta íløgan, ið liggur fyri framman er nýggju “olympiski langhylurin “ í Havn. Við 10 geilum og við 25 m breidd fer hylurin at flyta føroyska svimjing langt fram á leið, tí her fer at kunna haldast altjóða svimjikappingar sosum Word Cup, EM v.m.

Vit hava tryggjað okkum hetta ígjøgnum altjóða svimjisambandi, FINA, har teirra svimjiarkitektur hevur kannað eftir um svimjihylurin fer at lýka hesi krøv.

Ein bati vit blivu gjørd varug við, var at gera 10 geilar ístaðin fyri 8, sum samstundis gav hylinum 25 m í breiddini, so skúlaungdómar eisini kunnu hava svimjing í skúlanum í einari góðkendari 25 m longd.

Umráðandi var eisini, at hylurin ikki bara bleiv ein kappingarhylur, men at havnaborgarar eisini kunnu njóta góðu umstøðurnar, tí bleiv hylurin víðkaður við einum innanura vælveruøki við heitum hyli til rørslutarnað, babysvimjing, vatnfimleik v.m umframt ein heitan og ein kaldan uttandura hyl.

Fleiri aðrar ábøtur eru eisini ávegis so sum nýggjur vøllur á Argjum við nýggjum ljósum, umstøðurnar kring Hoyvíks vøllin verða gjørdar, nýggj lopgrøv verður gjørd i Fimi, bogaskjóting skal fáast í tryggar karmar og umstøðurnar hjá frælsum ítrótti skulu betrast.

Samráðingar eru við vinnuna um stórhøllina á Stórutjørn, sum uttan iva hevur størsta týdning fyri høvuðsstaðnum sum altjóða kappingarbý.

Ìtrótturin hevur alstóran týdning í menningini av okkara ungdómi, og samanspælið millum ítróttin og vinnuna skapar somuleiðis  ein burðardyggan vinnuvøkstur.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo