Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Svimjifelag: Í vikuskiftinum skipaði Havnar Svimjifelag fyri kapping í Svimjihøllini í Gundadali. Hesa kappingina kallaðu vit “Tórshavn Open”. Undirtøkan var góð, hóast summarfrítíðin er byrjað fyri mong. Fuglafjarðar Svimjifelag, Ægir, UKS SMS Galicja Krakow og Havnar Svimjifelag luttóku.

14 svimjarar og tríggir venjarar úr Póllandi komu til kappingina – og heiðursmerki og steyp vóru at vinna. Hetta gjørdi kappingina serliga spennandi og tað vóru nógvir svimjarar, sum svumu sera skjótt. Liðkappingina 4x200 frí hjá kvinnum vann FS við tíðini 9.30,34. Jóhanna Ólavsdóttir, Birita Vesturtún, Margit Højbro og Siðrið Vesturtún struku avsta við flotta steypinum. Til lukku FS. HS gentur vunnu silvur og bronsuna.

Liðkappingina 4x200 frí hjá monnum vann HS við framúr tíðini 7.40,27 og sostatt tóku teir eitt 13 ára gamalt met frá Susvim 7.54,64 – altso við heili 14.37 sek! Tað vóru Isak Brisenfeldt, Oddvaldur Leivsson, Silas Dam Lindberg og Bartal Eidesgaard, sum tóku metið og fingu steypið, sum fer at pynta í Svimjihøllini í Gundadali. Til lukku, HS. Póllendingarnir vunnu silvur og eitt HS-lið van bronsu.

Annað met varð eisini tikið í 4x100 blandað. Tíðin var: 3.55,14. Gamla metið áljóðandi 3.56.04 átti HS, men tað var frá 2012 og var sostatt 12 ára gamalt. Tað vóru Oddvaldur Leivsson, Bartal Eidesgaard, Áki Eliassen og Isak Brisenfeldt sum eiga metið nú. Til lukku, HS! Tó fóru póllendingarnir avstað við gullinum og HS dreingir við bronsuni.

Kappingarnar gingu væl við sera mongum góðum tíðum. Nógv kláraðu nálatíðir eisini. Bæði í tøkniliga og í dómarapartinum gekst sera væl. Mong hjálparfólk skulu til, fyri at fáa kappingina at ganga, men hesaferð spentu øll seg serliga út og gjørdu sítt til, at til bar at hava hesa kappingina, hóast feriutíð er. Hjartans tøkk til luttakandi feløgini fyri tað.

Póllendingarnir hava búð privat hjá svimjarum hjá HS. Teir fara av landinum týsdagin. Teir hava verið útferð og upplivað land okkara í nakrar dagar, umframt vant saman við HS. Annars ganga hesi í svimjiskúla í Krakow. Tey venja ómetaliga nógv, og skúlin er skipaður soleiðis at til ber at venja nógv. Robert Brus, Monika Boruch og Lukasz Balicki eru venjarar í skúlanum. Robert Brus er ikki hvørsumhelst. Hann var høvuðsvenjari til OL í Tokyo í 2021. Høvuðsvenjari okkara, Maciek Hampel hevur tikið stig til pólsku vitjanina. Í oktober fara 14 svimjarar og 3 venjarar til Krakow at vitja og at kappast. Tað verður spennandi.

Tað hevur týdning hjá okkum at knýta sambond við onnur og at vitanardeila. Nú fáa vit ein stásiligan langhyl í Havn um stutta tíð og tað fer at fáa onnur lond at hyggja hendan vegin.

Í øllum førum var startskotið til útlendska vitjan ómetaliga væleydnað.

Ein serlig tøkk fer til stuðlar okkara, sum bera kostnaðin av HS, tí tað krevur pening at reka eitt felag, sum setur sær høg mál. Takk til Tórshavnar Kommunu, sum stuðlaði júst hesum tiltakinum og takk til Svimjihøllina í Gundadali fyri vælvild.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo