Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna hevur uppsagt sáttmálan við Fróðskaparsetrið, sum hevur húsast í Sjóvinnuhúsinum síðani 2018. Ístaðin skal kommunan brúka hølini til umsiting. Eg skilji væl, at tørvur er at fáa innivist hjá umsitingini, men at reka okkara lesandi úr Sjóvinnuhúsinum kann alt annað enn góðtakast. Sum høvuðsstaðarkommuna, sum hevur fingið tann framíhjárætt fram um aðrar kommunur at húsa okkara aldargamla Fróðskaparsetur, okkara universiteti, so hevur kommunan og harvið býráðið skyldu til at gera alt tað, tey eru ment til at vera við til tryggja okkara lesandi bestu umstøður.

Tað var við hesum í huga, at undanfarna býráðssamgonga gjørdi avtalu og leigusáttmála við Fróðskaparsetur Føroya um at geva teimum tey bestu hølini, sum Tórshavnar kommuna átti, nevniliga Sjóvinnuhúsið við sínum ikoniska saltlagurbygningi, sum í dag er vorðið eitt satt auditorium til gangs fyri tey lesandi og onnur. Saman við íverksetarahúsinum, Hugskotið, Filmshúsinum, Klippfisk, Vinnuframa umframt øðrum vinnufyritøkum ynsktu vit at fáa eina samanrenning av Vitan, íverksetan og Vinnu, at hesi trý vitalu økini í ti føroyska samfelagnum kundu gangnnýta vitanina og royndirnar hjá hvørjum øðrum undir sama taki. Nú skalt alt hetta virksemi út í seinasta lagi 2024, og hetta kann als ikki góðtakast.

Fróðskaparsetrið húsast í dag í 10 bygningum, sum liggja spjaddir um í býnum, og harav hevur Sjóvinnuhúsið verið tann eini bygningurin, har náttúruvísindadeildin og deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarfrøði hava húsast. Tað er sjálvsagt ein landsuppgáva at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur, og hetta arbeiðið er nú farið í gongd nú verklagslóg liggur í Tinginum um at partar av skúlabygningum á Frælsinum verða høvuðsumvældir og umbygdir fyri 24 mió. Hendan umvælingin fer tó ikki at gera, at rúm fer at vera fyri øllum teimum lesandi á Setrinum, og rúm tíð fer at ganga, áðrenn øll campus ætlanin er liðug. Tað skal tí eisini í hesum sambandi nevnast, at tað var gleðiligt, at kommunan og landið komu ásamt um eitt gerðabýti, har landið yvirtók allar bygningarnar á Frælsinum, sum eitt samt býráð tók undir við.

Fróðskaparsetur Føroya er ein tann mest týðandi stovnurin í føroyska samfelagnum og er í stórari menning nú alsamt fleiri velja at lesa á Setrinum, hóast hølisumstøðurnar langt frá eru nøktandi. Fróðskaparsetrið er ein mennandi partur av samfelagnum og styrkir um okkara kappingarføri. Fróðskaparsetrið tryggjar, at vit hava eitt útbúgvið fólk, at okkara ungu lesandi hava møguleika at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, og sum heild, at vit kunnu bjóða útbúgvingar, sum er tilætlaðar tað føroyska samfelagið. Her má ein skilabetri ætlan fyriliggja til frama fyri okkara ungdóm, og tað má Tórshavnar kommuna og býráðið vera viðvirkandi til, heldur enn at reka næmingarnar í Sjóvinnuhúsinum á dyr.

Annika Olsen,
býráðslimur og tingkvinna fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo