Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Fjølmiðlar hava víst á filmsupptøkur frá Bankatúrinum í mars 2021, har víst verður á stórt hál við stórum og feitum toski, sí myndir. Hetta hálið var tó ikki umboðandi fyri júst lidna túrin, men bert eitt eindømi. Hetta eina hálið gav gott og væl helvtina av toskaveiðuni allan túrin. Úrslitini fyri túrin sum heild vístu, at samanborið við seinastu umleið 15 árini var meira at fáa av toski í mars í ár.

Í mars í fjør var tó sera nógv fingið av toski á Føroyabanka. Yvirlitstrolingarnar í september og royndirnar við línuskipum í 2019-2020 benda hinvegin á, at tað er lítið til av toski á Føroyabanka. Orsøkin til hendan mismun millum kanningarúrslitini er ókend, og tað er tí framvegis ivasamt, hvussu nógvur toskur er á Føroyabanka.

Magnus Heinason kom aftur av váryvirlitstúrinum á Føroyabanka týskvøldið 23/3-2021 í øllum storminum. Hóast ivasamt veður flestu dagarnar, hevur hilnast væl. Tiknar vóru 27 trolstøðir og 23 hydrografistøðir. Hetta var eisini seinasti túrurin hjá Magnusi Heinasyni sum rannsóknarskip hjá Havstovuni eftir samfull 41 ár.

Les túrfrágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo